Nýggja Frælsið: SNA átti besta uppskotið
Fimm arkitektafeløg komu við uppskoti til Landsverk um at gera heildarætlan til høvuðsumvælingina av gamla skúlabygninginum á Frælsinum, og dómsnevndin hevur nú valt uppskotið hjá sp/f SNA sum tað besta
Hvussu høvuðsumvælir tú gamla skúlabygningin á Frælsinum, meðan hann verður brúktur til undirvísing hjá Fróðskaparsetri Føroya?
Hvussu kann verandi arkitekturur í gamla bygninginum samantvinnast við nýggja felagsbygningin, sum nú verður prosjekteraður?
Hvussu kann nýtt samband skapast millum lonirnar í gamla Venjingarskúlanum? Og hvussu umskapar tú ein fólkaskúla frá 1960-unum til eitt nútímans universitet í dag?
M.a. hesar spurningarnar skuldu arkitektafeløg geva síni boð uppá, tá Landsverk herfyri skipaði fyri almennum útboði um, hvør skal gera heildarætlan fyri høvuðsumvælingina av gamla Venjingarskúlanum/Læraraskúlanum á Frælsinum í Havn.
Fimm uppskot komu inn, og dómsnevndin er komin til, at sp/f SNA hevur besta boðið.
Henning Larsen gjørdi eina yvirskipaða heildarætlan fyri eitt savnað Fróðskaparsetur millum J. C. Svabos gøtu og Frælsið í 2018. Hon eitur Færøernes Universitet – Strategisk Campusplan, og við útgangsstøði í henni eru tvær byggiverkætlanir nú aktuellar: Høvuðsumvæling av gamla skúlabygninginum á Frælsinum, sum verður gjørd stig fyri stig, og nýggi felagsbygningurin til Setrið í Nóatúni, sum í løtuni verður prosjekteraður. Neyðugt er at fáa heildarætlan gjørda fyri høvuðsumvælingina nú, tí síðani stóra ætlanin fyri alt tað savnaða Setrið varð gjørd í 2018, bleiv avgjørt, at gamli skúlabygningurin kortini ikki skuldi rívast niður, men bøtast og varðveitast eins og gamli Kommunuskúlin/Finsen, og sum SNA eisini var við til at gera. Fyri at Setrið skal kunna brúka gamla skúlabygningin til sítt universitetsvirksemi krevst, at hann verður høvuðsumvældur og partvíst eisini umbygdur.
Nú SNA hevur vunnið útboðið, verður næsta stigið at gera sáttmála við Landsverk, tosa við brúkarabólkar um tørvir, og síðani gera sjálva heildarætlanina, sum verður skrokkurin at prosjektera víðari eftir.
Metingarnevndin sigur m.a. soleiðis í síni meting av uppskotinum hjá sp/f SNA:
Uppskotið hjá tilboðsgeva hevur á besta hátt tikið atlit at heildarætlanini frá 2018 og hevur eisini vinnandi uppskotið til felagsbygningin frá 2023 í huga. Hetta er sermerkt við, at tilboðsgevi megnar at samantvinna verandi arkitektur við nýggja felagsbygningin, umframt at tilboðið er opið fyri møguligum framtíðar ætlanum. Á smidligan og skynsaman hátt er skotið upp at byggja aftrat verandi bygningum og skapa nýggj sambond millum lonirnar.
Prosjektering av nýggja felagsbygninginum hjá Fróðskaparsetri Føroya hevur verið í gongd síðan juli í ár. Lesandi, starvsfólk á Setrinum og grannar eru partur av brúkarabólkum, sum verða hoyrdir í tilgongdini. Hetta skal tryggja, at toymið, sum teknar bygningin, skilir teir tørvir og tey krøv, sum brúkararnir hava til nýggja bygningin.
Arbeiðið at høvuðsumvæla lon 5 í gamla skúlabygninginum á Frælsinum líður væl, eftir at verklagslóg um fyrsta byggistig bleiv samtykt í juni í ár.
Selmar Nielsen, stjóri í arkitektafelagnum, SNA, segði í samrøðu við útvarpi hjá KVF, at nýggju karmarnir skulu stuðla undir lærring, gransking og menning.
Hoyri samrøðuna við Selmar Nielsen her.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...