06.11.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nýggjur fiskur fingin á Føroyabanka

Í seinasta tóvinum, sum havrannsóknarskipið Magnus Heianson gjørdi á yvirlitistrolingini á Føroyabanka í september mánað í ár, fingu teir ein heldur sjáldsaman fisk, sum ikki er fingin undir Føroyum fyrr.


Talan er um ein havgølt  (Capros aper), sum vanliga livir fram við strondunum í londunum sunnan fyri Føroyar. Havgøltur er hávaksin tunnur fiskur við stórum eygum og spískum snúti. Talan er um eitt lítið fiskaslag, sum einans verður 15 cm til longdar. Skræðan er hvøss og minnir um skræðuna hjá kongafiski. Tann vaksni fiskurin livir í torvum niðri við botnin, har teir eta smá krabbadýr og ymisk sløg av maðkum. Ynglið livir uppi í sjónum.  Havgøltur livir á dýpi frá 40 til 600 m fram við strondunum frá Angola í Afrika í suðuri, í Miðalhavinum, fram við strondunum í Írlandi, Skotlandi og Englandi og er eisini at finna við strendurnar í Suðurnorra.

Havgøltur er tó ikki heilt ókendur í Føroyum, tí tey seinastu árini, hava millum annað írsk nótaskip landað nøkur túsund tons av hesum fiskaslagnum til Havsbrún í Fuglafirði, men tá hevur verið talan um fisk, sum er veiddur í ensku Kanaluni.

ÚTBREIÐSLUMYNSTRIÐ BROYTIST
Vit hava fyrr sæð, at fiskasløg, sum vanliga liva sunnanfyri Føroyar, hava otað seg longur norðureftir, so hvørt sum hitin í sjónum er hækkaður tey seinru árini.  Tá sjógvurin gerst heitari, broytast livilíkindini hjá fiski og tað ávirkar útbreiðslumynstrið. Tey fiskasløg, sum trívast í heitari sjógvi, kunnu flyta seg norðureftir, tí livilíkindini í hesum økinum nú eru vorðin betur. Hjá teimum fiskasløgunum, sum liva í kaldari sjógvi, versna livilíkindini. Hesi kunnu flýggja undan hitanum, antin við at flyta seg longur norður, ella fara á djúpari vatn, har sjógvurin er kaldari.


BACHELORUPPGÁVA Á NÁTTÚRU- VÍSINDADEILDINI
Í 2010 gjørdu tveir lívfrøðilesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, Hannipoula Olsen og Helga Bára Mohr Vang, eina bacherlorritgerð um, hvørja ávirkan broytingarnar í  havumhvørvinum hava á útbreiðsluna av fiski á føroyska landgrunninum. Úrslitið vísti, at útbreiðslumynstrið hjá fleiri av fiskasløgunum á Landgrunninum  var broytt í tíðarskeiðnum  frá 1994 til 2008. Eitt nú er toskurin nú meira eystarlaga um várarnar, enn hann var fyri nøkrum árum síðani. Men tað undarliga er, at hendan broytingin ikki er at finna hjá toskinum um heystið. Kanningin hjá Helgu Báru og Hannipoulu vísti eisini nøkur sera áhugaverd úrslit fyri tvey kongafiskasløg: stóra kongafisk og trantkongafisk. Hesi høvdu flutt seg mótsattan veg í mun til hvørt annað. Meðan stóri kongafiskur var farin djúpari og meira vestureftir, so hevði trantkongafiskur flutt seg á grynri vatn og meira eystureftir.

Hitin í sjónum broytist framvegis, og vit kunnu tí vænta, at vit  eisini tey komandi árini fáa “nýggj” fiskasløg við Føroyum.  Havgølturin, sum var fingin á Føroyabanka, var fingin á 150m dýpi. Hann vigaði 51 g og var 14 cm til longdar.

Á donskum verður havgøltur nevndur ‘havgalt’, á enskum ‘boarfish’ og á norskum ‘vildsvinfisk’.