University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýggjur lektari
11.05.2017
Náttúruvísindadeildin Til lesandi

Nýggjur lektari

Setrið hevur sett Ali Kashif Bashir sum lektara í kunningar- og samskiftistøkni


Ali Kashif Bashir er settur í starv á Náttúrvísindadeildini sum lektari í kunningar- og samskiftistøkni. Ali er úr Pakistan, og tók bachelorprógv í 2003 innan telduvísindi frá universitetinum í Lahore. Eftir tað fór hann til Suðurkorea, har tók masterprógv (2006) og ph.d.-prógv (2012).

Starvsøkið hansara á Setrinum verður gransking, undirvísing og vegleiðing innan KT-vísind. Millum tey granskingarevni, ið Ali fæst við, eru sokallað cloud technology, framtíðar internet, SDM/NFV og 5D.

Ali, sum byrjaði í starvinum hálvan apríl, hevur skrivað eina røð av greinum í viðurkendum tíðarritum, hevur staðið fyri ráðstevnum og havt fleiri høvuðsframløgur á ráðstevnum. Hann hevur frammanundan starvast í Suðurkorea og Japan.

Ali er virkin í fleiri felagsskapum innan sítt fakøki, eitt nú IEEE (Institute of Electrical and Electronics Engineers). Eitt nú er hann í serfrøðingabólkum innan tøkni og tøknipolitikk, og eisini limur í ritstjórnum í fleiri av útgávunum hjá IEEE.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga