University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýggjur phd-studentur á NVD
14.06.2012
Náttúruvísindadeildin

Nýggjur phd-studentur á NVD

Fróðskaparsetrið hevur sett Katharina Maj Ottosen at taka sær av einari nýggjari phd-verkætlanini um, hvussu hitabroytingarnar í sjónum hava ávirkað útbreiðsluna hjá toski undir Føroyum.


Føroyska phd-verkætlanin nevnist ‘Spatial distribution of cod on the Faroe Plateau in relation to climate and other environmental conditions’, er partur av stóru norðurlendsku verkætlanini NorMER, sum hevur til endamáls lýsa, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar í framtíðini fara at hava á vistskipanirnar í øllum høvunum fyri norðan, líka frá Vesturgrønlandi til Eystursjógvin. Føroyska phd-verkætlanin er eitt samstarv millum Havstovuna og Fróðskaparsetrið.

KATHARINA MAJ OTTOSEN
Katharina Maj Ottosen er 33 ára gomul. Hon er ættað úr Keypmannahavn og er útbúgvin biologur frá  Syddansk Universitet og Christian Albrechts Universität zu Kiel 2008 og B. Sc. í  Environmental Biology from Roskilde University, Denmark and National University of Galway, Ireland í 2004.
 
Síðani í apríl mánað í ár hevur Katharina starvast á Havstovuni, har hon hevur arbeitt við planktonkanningum.

Katharina tekur við starvinum umleið 20. august.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast