University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýggjur rektari til Fróðskaparsetur Føroya
Anna K. Matras
22.03.2011

Nýggjur rektari til Fróðskaparsetur Føroya

Søkt verður nú eftir nýggjum rektara til Fróðskaparsetur Føroya.


Rektarin hevur um hendi dagligu leiðsluna av Fróðskaparsetrinum. Førleikakrøvini til rektarastarvið eru m.a. royndir í leiðslu, royndir og innlit í útbúgvingarøkið, royndir og kunnleika um granskingarøkið, umframt skil fyri samspælinum millum Fróðskaparsetrið og samfelagið sum heild.


Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúli og Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya vórðu løgd saman frá 1. august 2008 at rokna, og seinni eru Altjóða Skrivstovan og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning løgd afturat Fróðskaparsetrinum. Møguliga verða útbúgvingarnar til skipsførara og maskinmeistara eisini lagdar afturat Fróðskaparsetrinum, tá ið tær verða uppstigaðar til bachelor stig.


Samanleggingar og broytt krøv til Fróðskaparsetur Føroya viðføra, at nakrar serligar avbjóðingar standa fyri framman. Komandi rektarin skal m.a. standa á odda fyri:

  • at menna og seta í verk strategi og mál,
  • at tryggja undirtøku fyri nýggja samleikanum,
  • at menna eina virkismentan, ið er felags fyri alt Fróðskaparsetur Føroya,
  • at tryggja eina skynsama javnvág millum útbúgvingartilboð og gransking,
  • at menna samstarv við útlendsk universitet um útbúgving og gransking,
  • at tryggja eitt gott og gevandi samstarv við myndugleikar, skúlar og granskingarstovnar.

Á Fróðskaparsetri Føroya eru umleið 90 ársverk og rakstrarjáttanin eru umleið 70 mió. kr. í 2011. Umleið 500 lesandi eru á Fróðskaparsetrinum, har útbúgvingarnar eru: sjúkrarøktarfrøði, lærari, námsfrøði, stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði, søga, føroyskt, jarð- og havfrøði, lívfrøði og KT verkfrøði.

Jóan Pauli Joensen hevur eftir áheitan frá stýrinum røkt starvið sum rektari síðani nýggja lógin um Fróðskaparsetur Føroya kom í gildi í 2008. Jóan Pauli Joensen fer at røkja starvið til nýggjur rektari tekur við og fer eisini at verða nýggja rektaranum til hjálpar fyrstu tíðina.

Lýsing v.m. er at finna á heimasíðuni www.setur.fo

bæði á føroyskum og donskum

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum