University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýggjur stavari
02.04.2013
Føroyamálsdeildin

Nýggjur stavari

Microsoft hevur sent Office-2013 á marknaðin, og tí spyrja fólk eftir rættstavaranum.


Orsakað av ávísum tøkniligum broytingum í seinastu útgávunum av Office fæst verandi rættstavarin ikki at rigga longur.

Fróðskaparsetrið er farið undir at kanna, hvussu stavarin kann verða mentur og knýttur at nýggja tekstforritinum hjá Microsoft. Samstundis skal hann framvegis vera nýtiligur í øðrum forritum.

Føroyski rættstavarin er upprunaligur mentur á Fróðskaparsetrinum við støði í talgildum teksttilfari.

Í 2010 skipaði Fróðskaparsetrið fyri, at stavarin gjørdist alment atkomiligur ókeypis. Nógv í Føroyum, sum brúka teldu, hava Office-pakkan hjá Microsoft á telduni. Onnur og púra ókeypis tekstforrit eru at fáa á netinum, og tað er munandi lættari at laga stavaran til tey forritini enn til Microsoft-forritini. Sí yvirlit yvir frí forrit á www.stava.fo

Tað, sum nú skal gerast fyri at stavarin kann nýtast í Office 2013, fer at kosta nakað av peningi. Fróðskaparsetrið vónar, at tað fer at bera til at fíggja menningina av føroyska stavaranum soleiðis, at hann framvegis kann verða tikin niður á telduna fyri einki.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast