12.09.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nýggjur studentavegleiðari á NVD

Nýggjur studentavegleiðari á Náttúruvísindadeildini er Bárður Rasmussen. Hann hevur lisið BA í søgu á Søgu- og samfelagsdeildini (SSD) og er júst byrjaður sum lesandi á MA-útbúgvingini í vegleiðing á Námsvísindadeildini (NÁD).


Umframt vegleiðarauppgávuna á NVD, starvast Bárður sum studentavegleiðari á SSD, har hann hevur røkt hesa uppgávu síðan skipanin við studentavegleiðing varð sett á stovn í novembur 2012. Studentavegleiðarin er partur av og virkar í tøttum samstarvi við vegleiðaratoymið á Setrinum, ið fevnir um vegleiðarar á øllum deildum og í miðfyrisitingin.

Høvuðsuppgáva studentavegleiðarans er at vegleiða í spurningum, ið hava við lestraviðurskifti at gera. Hesi fevna m.a. um fakliga innihaldið í útbúgvingunum, námsskipan, akademiskt arbeiðslag, hvussu tann einstaki lesandi kann leggja lesturin til rættis, lestrarlív og trivnaðarspurningar.

Viðtalutíðir
Bárður Rasmussen byrjar í starvinum í komandi viku, t.e. vika 38, og verður at hitta í NVD-fundarhølinum týsdag og hósdag frá kl. 10.00 til 12.00.  Eisini ber til at venda sær til Bárð við fyrispurningum á tel. 352555 ella umvegis telupost á NVD-studvegl@setur.fo 

Les meira um lestrarvegleiðing her