21.10.2013
Søgu- og samfelagsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Nýtt keldusavn: Frá tilboði til læknastríð

Fróðskapur hevur givið út bók eftir Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing, Bókin ber heitið: "Frá tilboði til læknastríð. Søguvísindalig háttaløg, uppgávur og keldur." Talan er um fýra keldusøvnum um evni í nýggjari politisku søgu Føroya. Eisini er ein inngangur, har trúvirði og nýtslumøguleikar av keldum verða viðgjørd.


Hetta er ein bók við nógvum heimildartilfari til ymisk evni í nýggjaru politisku søgu Føroya. Talan er um tilfar, sum høvundurin hevur savnað saman í ymisk  um skjalasøvnum gjøgnum nógv ár. Tilfarið er sett saman við støði í fýra avmarkaðum evnum: Tilboðið í 1906, Adressumálið í 1917, Noregsmálið í 1923 og Læknastríðið í 1953. Serligur dentur hevur verið lagdur á at velja út og seta saman keldur, sum innan tey einstøku evnini lýsa ósemjur um gongdina í teimum einstøku málunum. Til hvørt av teimum fýra evnunum er ein søguligur inngangur og arbeiðsspurningar til keldutilfarið. Í bókini er eisini ein drúgvur inngangur til søgulig háttaløg. Hetta ger, at bókin hóskar væl til frálæru á miðnáms­ og universitetsstigi, serliga í søgu, men ivaleyst eisini í øðrum lærugreinum.

Nógv av keldutilfarinum hevur ongantíð verið á prenti fyrr og átti tí eisini at havt almennan áhuga. Nýggjar og forkunnugar upplýsingar, sum varpa ljós á samfelagslig viðurskifti í nýggjari politisku søgu Føroya eru at finna í hesum tilfarinum. Tilfarið er fingið til vega í bæði føroyskum og donskum skjalasøvnum, t.d. Føroya Landsskjalasavni og Folketingets Bibliotek og Arkiv í Keypmannahavn, umframt í privatum søvnum, sum høvundurin hevur fingið atgongd til. Í tilfarinum um Læknastríðið eru t.d. fleiri innanhýsis fundarfrágreiðingar úr landsstýrinum, sum varpa nýtt ljós á gerðir landsstýrisins, loyniligt brævasamskifti hjá løgmanni og privat brøv millum aktørar í læknamálinum.

Bókin er serliga ætlað til frálæruna í søguvísindum á teimum hægru undirvísingarstovnunum, men tilfarið er ivaleyst eisini áhugavert fyri fólk við almennum søguligum og samfelagsligum áhuga.

Bókin er 281 bls. og kostar 260 kr. í bókabúðunum. E-bókin kann í næstum keypast á Vitra fyri 129 kr.


Í hesi bók kanst tú millum annað lesa um:


- Tilboðið um føroyskt sjálvstýri frá 1906, sum Jóannes Patursson segði seg hava fingið frá „det samlede Ministerium“, meðan m.a. Oliver Effersøe helt uppá, at talan einans var um eitt tilboð frá løgmálaráðharranum Peter A. Alberti.

- Donsku kanningarnevndina, sum í 1919 legði sjálvstýrismenn undir at hava framt „rigsskadelig Adfærd“ undir fyrra heimskríggi, meðan sjálvstýrisfólk søgdu seg hava handlað við loyvi frá og í samstarvi við donsku stjórnina.

-  Noregsmálið, sum Sambandsflokkurin reisti á Løgtingi í 1923 í sambandi við ætlanir hjá Jóannes Paturssyni og víðgongdum norskum tjóðskaparfólkum at loysa Føroyar frá „Dansk Vanstyre“ og møguliga leggja tær undir Noregi.

- Læknastríðið og leiklutin hjá føroyskum og donskum myndugleikum og Olaf Halvorsen undir læknastríðnum 1953­1955, sum hevði við sær, at donsk herskip við stórum politistaliðum vórðu send til Klaksvíkar í 1955.