University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2023-04-21 at 16-17-38 Vilja svørja NATO og Vesturheiminum trúskap.png
11.12.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Nýtt masterskeið í altjóða politikki

Nýtt og spennandi stakskeið í altjóða politikki við einum teoretiskum og einum praktiskum parti verður á Søgu- og samfelagsdeildini. Tilmeldingarfreist er 15. januar

  • Hvat eyðkennir smátjóðir í altjóða politikki?
  • Í hvønn mun hava stór lond, smá lond og ikki-suveren lond ymiska atferð og avbjóðingar?
  • Hvussu kunnu smáar tjóðir vinna sær vald og ávirkan á altjóða pallinum?
  • Og hvussu kunnu vit skilja leiklutin hjá smærri aktørum ígjøgnum tær stóru, klassisku teoriirnar í altjóða politikki?

Hesir og aðrir spurningar mynda nýtt master-skeið við heitinum “Smátjóðir og altjóða politikkur”, sum í februar 2024 verður boðið út á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Skeiðið byrjar fyrst í februar endar seint í mai, og luttakarar møta til eittans seminar um vikuna á tríggjar tímar hvørjaferð.

Skeiðið telur 10 ECTS og er skipað í tveir partar. Tann fyrri parturin (7 seminar) viðger tær stóru teoretisku traditiónirnar ella “skúlarnar” í altjóða politikki (realisma, liberalisma, konstruktivisma, post-kolonialisma o.s.fr.). Umframt generelt ástøði leggja hesi seminar dent á leiklutin hjá smáum aktørum ígjøgnum hesi ástøði. Róbert Imre, lektari í altjóða politikki, fer at undirvísa á hesum fyrra partinum, og undirvísingin verður á enskum.

Í seinna partinum fara lesandi út at vitja ymsar stovnar og fyritøkur fyri at leita sær praktiska vitan um Føroyar og altjóða viðurskifti.

Ætlanin er m.a. at vitja Uttanríkistænastuna í Tinganesi, Arktisk Kommando, Pelagos, Vinnuhúsið, Vørn, radarastøðina á Sornfelli, alifyritøkur o.s.fr. Talan verður um 7-8 vitjanir.

Endamálið er at knýta saman teoretiska og praktiska vitan og veita lesandi analytisk, teoretisk og praktisk amboð til at greina og tulka avbjóðingar og møguleikar hjá smátjóðum í 21. øld.

Undirvísingin fer vanliga fram týsdagar seinnapart kl. 13-16 (men broytingar kunnu koma fyri).

Evstamark at søkja er tann 15. januar, og fortreytin fyri upptøku er BA-prógv í stjórnmálafrøði, samfelagsvísindum ella samsvarandi førleikar.

Lesið meira um skeiðið her.

Kostnaður fyri skeiðið er 2000 krónur (200 krónur fyri hvørt ECTS-stig).

Umsóknarblað fæst her.

Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur ábyrgd av skeiðnum, og áhugað kunnu eisini senda ein teldupost til heinis@setur.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving