18.04.2016
Námsvísindadeildin
Skriva út

Nýtt podcast um leiðslu á námsfrøðiliga økinum

Jóhannes Miðskarð, adjunktur á Námsvísindadeildini, er farin undir podcast-røð um leiðslu í skúlum, dagstovnum og ser- og sosialnámsfrøðiligum stovnum


Í hvørjum podcasti tosar Jóhannes við ein granskara, ið granskar innan økið. Eitt nýtt podcast á enskum verður sent út fyrsta í hvørjum mánaði.

Endamálið við podcastinum er at breiða gransking innan leiðslu til námsfrøðiligar stovnar meira út. Málbólkurin er granskarar og fólk við áhuga fyri leiðslu av skúlum, dagstovnum og ser- og sosialnámsfrøðiligum stovnum.

Í fyrsta podcasti hevur Jóhannes samrøðu við Jill Jameson, ið er professari á University of Greenwich í London. Jill Jameson tosar um álit, útlutaða leiðslu og samstarv millum leiðarar og granskarar.

Tað ber til at hoyra podcastið her:

https://itunes.apple.com/dk/podcast/research-in-leadership-in/id1102905542

http://www.subscribeonandroid.com/www.enfeedia.com/see/midskard/Leadershipresearch.xml

 

http://www.stitcher.com/podcast/johannes-midskard-12/research-in-leadership-in-schools-early-childhood-settings-and-2?refid=stpr

 

http://feeds.feedburner.com/ResearchInLeadershipInSchoolsEarlyChildhoodSettingsAndSocialCareSettings

Harafturat verður samskift um podcastið á hesum facebookbólki:

https://www.facebook.com/groups/166339847079023/