15.08.2023
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Nýtt ráð farið til verka í MFS

Í summar hevur Meginfelag Føroyskra Studenta valt nýtt ráð, og nýggjur forseti er Magnus Kárason Durhuus 

Nýggja ráðið hjá MFS er mannað við sjey ráðslimum. Hans Gilstein Petersen, Jákup Joensen Eskildsen og Niels Arge takkaðu fyri seg. Nýggi forsetin í MFS er Magnus Kárason Durhuus, ið lesur løgfrøði á Københavns Universitet. Nýggja ráðið er skipað soleiðis: 

  • Forseti: Magnus Kárason Durhuus, løgfrøði á Københavns Universitet
  • Varaforseti: Sofía Helena Joensen, søga og heimspeki á University of Dundee
  • Ráðsskrivari og álitisfólk: Anna Dam, Bachelor í sálarfrøði á Universitet í Bergen
  • Fíggjarstjóri: Tórálvur Mohr, medisin á Københavns Universitet
  • Altjóða skrivari og álitisfólk: Magnus við Streym, Upper Secondary School Teaching, Postgraduate Diploma, Háskóli Íslands
  • Samskiftis- og marknaðarførslustjóri: Rúni Jónsson Johansen, Master í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetur Føroya
  • Ráðslimur: Rakul Herálvsdóttir Kollslíð, Kandidatur í stjórnmálafrøði á Københavns Universitet

Í ársfrágreiðing sínari skrivar MFS, at arbeiðið við altjóða viðurskiftum fyllir munandi meira, nú MFS er blivin limur í europeiska studentafelagsskapinum.

"Síðan MFS bleiv limur í European Students Union, hevur altjóða økið fylt munandi meira enn fyrru árini. Hetta ráðsárið hevur leiðin gingið til Portugal, Kekkia, Svøríki og Georgia. Har hevur stórur dentur verið lagdur á góðskutrygging av hægri útbúgvingum, internationalisering, mobilitet, trivnað og sálarheilsu hjá lesandi. Í ár legði MFS yvirlýsing fram til nevndarfund um, at Føroyar skulu fáa limaskap í European Higher Education Area (EHEA). Eisini legði MFS yvirlýsing fram saman við øðrum lestrarfeløgum um, at lesandi skulu hava atgongd til trygga og lógliga fosturtøku. Báðar yvirlýsingarnar blivu góðtiknar til nevndarfundin".

Eisini legði MFS fram síni hjartamál í valstríðnum, sum var til løgtingsvalið 8. desember. Tey eru:

  • 1. Altjóða fróðskaparsetur
  • 2. Sálarheilsa og trivnaður raðfestast
  • 3. Útbúgving skal verða fyri øll
  • 4. Eina hjálpandi hond at svara hvørjum sítt
  • 5. Veðurlagskreppan má á breddan

Lesið meira her.