Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur tilnevnt ráðið fyri gransking, menning og nýskapan
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan skal geva Føroya Landsstýri og vinnuni ráð um yvirskipaða føroyska politikkin, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.
Ráðið fær virknað frá 31. mars 2022.
Í ráðnum sita:
Tórheðin J. Jensen, formaður, Dr. í Business Administration, tilnevndur fyri 4 ár
Annika H. Davidsen, ph.d. í sálarfrøði, tilnevnd fyri 4 ár
Eyðun Jacobsen, ph.d. í teldufrøði, tilnevndur fyri 2 ár
Gunnvør á Norði, ph.d. í lívfrøði, tilnevnd fyri 2 ár
Jan Rasmussen, ph.d. og serlækni í hjartasjúkum, tilnevndur fyri 4 ár
Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. í umhvørvismálum, tilnevnd fyri 2 ár
Sóley H. Hammer, MA í løgfrøði, tilnevnd fyri 4 ár
Ráðið er sett sambært kunngerð um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan við heimild í lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan frá 7. juni 2020.
Teir sjey limirnar í ráðnum tilnevnir landsstýrismaðurin við støði í tilmælum, sum ein trímannanevnd hevur gjørt.
Uppskotini, sum trímannanevndin hevur viðgjørt, eru innkomin við almennari lýsing, har borgarar, stovnar og fyritøkur hava havt møguleika at koma við uppskotum um ráðslimir.
Limirnir sita fyri fýra ár, tó at tað hesaferð eru valdir 3 limir fyri 2 ár, tí at ráðið fyri fyrstu ferð er sett.
- 19.04.2024 Setrið NámsvísindadeildinNámsvísindaligur granskingardagur 2024Árligi námsvísindaligi granskingardagurin á Fróðskaparset...
- 19.04.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiEina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiligaSeinnapartin hevur ph.d.-verja verið í Kongshøll á Fróðsk...
- 19.04.2024 Setrið SetursskrivstovanVitlíki: - Hvat skulu vit sjálvi duga nú og í framtíðini?Hvørjar førleikar fara fólk at hava brúk fyri, tá talgild...