(Foto: Av heimasíðuni kvf.fo)
06.01.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýtt skeið: Miðlar og politiskt samskifti

Setrið hevur í vár eitt nýtt stakskeið á masterstigi í miðlum og politiskum samskifti

Søgu- og samfelagsdeildin skipar nú fyri nýggjum skeiði, kallað Miðlar og politiskt samskifti.

Undirvísingin verður fríggjadag seinnapart frá februar til apríl.

Freistin at melda seg til er mánadagin 1. februar.

Skeiðið viðger ástøði og hugtøk í miðlum og politiskum samskifti úr einum altjóða og føroyskum sjónarhorni. Tað setur søguligt, heimspekiligt, stjórnmálafrøðiligt og samfelagsfrøðiligt sjónarhorn á miðlar, miðlagerð og politiskt samskifti.

Avgerandi spurningar í sambandi við miðlar og politikk verða settir, eitt nú um sambandið millum miðlamentan, miðlaskipan, miðlatøkni og miðlaframleiðslu. Eisini viðgera vit, hvussu miðlagerð ávirkar sosialt og politiskt lív, og – sum framhald av tí – hvørjar avbjóðingar hetta kann hava fyri vælferð og fólkaræði.

Skeiðið er grundað á eina samanseting av fyrilestrum, framløgum frá lesandi og skrivligum uppgávum.

Tá skeiðið er lokið skal lesandi duga at:

- Vísa eina fatan av ymiskari ástøði um miðlar og politiskt samskifti.
- Eyðmerkja og greina viðkomandi vísindaligt tilfar um miðlar og politiskt samskifti.
- Greina og viðgera avgerandi tættir í sambandi við miðlar og politiskt samskifti, og hvussu hesir ávirka fólkaræði og vælferð.
- Reflektera um omanfyrinevndu viðurskifti í sambandi við smátjóðir og oyggjasamfeløg.

Skeiðið er ætlað masterlesandi á Setrinum og stakgreinalesandi, sum hava staðið samfelagsvísindaliga bachelorútbúgving.


Melda til skeiðið við at skriva ein teldupost til annaplo@setur.fo

Kostnaður fyri stakgreinalesandi er 2.000 kr.

Les meir um skeiðið í skeiðslýsingini her.