University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýtt skeið um mannarættindi og religión á Setrinum
13.01.2016
Søgu- og samfelagsdeildin

Nýtt skeið um mannarættindi og religión á Setrinum

Fyrst í februar byrjar nýtt skeið við heitinum “mannarættindi, religión og politikkur” á Søgu-og Samfelagsdeildini. Heini í Skorini samskipar skeiðið á bachelorstigi á 10 ECTS, sum endar seinast í mars og er opið fyri almenninginum.


Hvat er mannarættur? Hvaðani stava idealini um t.d. trúarfrælsi, talufrælsi og javnrættindi? Er religión ein viðspælari ella ein mótspælari, tá altjóða samtykt mannarættindi skulu setast í verk? Er tað yvirhøvur gjørligt at implementera “universell” rættindi í einum multikulturellum heimi við so fjølbroyttum mentanum, søgu, trúgv og tradisjónum? Ella eru øll rættindi relativ í mun til tíð, stað og trúgv?


Hesir spurningar fara at mynda nýggja skeiðið á bachelor-stigi á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum ber heitið “Mannarættindi, religión og politikkur”. Skeiðið viðger samanspælið og spenningarnar ímillum religión og mannarættindi, og við aktuellum dømum úti og heima lýsir skeiðið, hvussu altjóða normar verða til, hvussu mótstríðandi hugsjónir og lívsáskoðanir kappast um at mynda galdandi rætt, og hvussu hesar ósemjur mynda bæði altjóða og nasjonalan politikk.


Heini í Skorini hevur samskipað skeiðið og verður eisini høvuðsundirvísari, og gestaundirvísararar vera m.a. Bárður Larsen, løgfrøðingur, og Jógvan D. Hansen, heimspekingur. Talan er um eitt tvørvísindaligt skeið, sum kombinerar politiska teori, filosofi, søgu og løgfrøði. Endamálið er at geva tí lesandi innlit í hugtøk og ástøði um mannarættindi og skilja spenningarnar ímillum hugtøk sum sekularisering og átrúnað, universalismu og relativismu, rættindi og skyldur, einstaklingin og samfelagið.


Skeiðið byrjar fyrst í februar, og dupulttímar eru á skránni hvønn mikudag og fríggjadag frá 10-12. Skeiðið endar við munnligari roynd seinast í mars. Kostnaðurin fyri skeiðið er 2000 kr., og áhugað kunnu venda sær til:
sigridj@setur.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum