Endamálið við skeiðinum er at varpa ljós á samband millum vald, mentan og umhvørvistrupulleikar. Myndin er frá innleiðsluni 2021 í Kongshøll (Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
04.10.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýtt stakskeið í politiskari vistfrøði

Spennandi nýtt stakskeið verður á Søgu- og samfelagsdeildini um sambandi millum vald, mentan og umhvørvistrupulleikar. Umsóknarfreistin er 11. oktober

Politisk vistfrøði er ein kritisk tvørfaklig tilgongd, ið gevur førleikar at skilja ímillum og greina ymisk áhugamál, sjónarhorn og ymsar fatanir í sambandi við kjak um náttúru og umhvørvi.

Umhvørvis- og veðurlagsmál eru seinastu árini farin at fylla nógv í samfelagskjakinum og í tilvitskuni hjá teimum flestu. Tað gerst alsamt meiri greitt, at heimurin er í  umhvørvisligari kreppu, sum rakar lond og samfelagsbólkar ójavnt.

Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar í heyst nýtt stakskeið út á bachelorstigi í politiskari vistfrøði (á enskum: Political Ecology).

Endamálið við skeiðnum er at varpa ljós á sambandið millum vald, mentan og umhvørvistrupulleikar, og at geva lesandi greiningarførleikar, sum kunnu nýtast í t.d. fyrisiting av náttúrutilfeingi, umhvørvisplanlegging, náttúrufriðing, arbeiði við burðardyggari menning og umhvørvis- og veðurlagsaktivismu.

Á skeiðnum verður sjóneyka sett á tað "politiseraða" umhvørvið.

Hvat er náttúra fyri eitt fyribrigdi? Hvørs vitan og sjónarhorn telja, tá avgerðir verða tiknar um eitt nú náttúrufriðingar, gongd í haga, útlutan av loyvum at troyta náttúrutilfeingi, osfr.? Og hvør vinnur og tapir, tá tílíkar avgerðir verða tiknar?

Dentur verður lagdur á at greina og skilja sambandið millum menning og umhvørvi, og samanhangin millum lokal umhvørvismál og globalar búskaparpolitiskar gongdir/dynamikkir.

Skeiðið er viðkomandi fyri øll við áhuga fyri evninum og fyri tey, sum arbeiða við umhvørvispolitikki, umsiting av náttúrutilfeingi, burðardyggari menning, osfr.

Eftir lokið skeið skal tann lesandi eitt nú megna at viðgera aktuellar umhvørvisósemjur og kjak um atgongd til náttúrutilfeingi í Føroyum og aðrastaðni við støði í umhvørvis-samfelagsvísindaligum hugtøkum og ástøði.

Harumframt skal tann lesandi verða før/ur fyri at greiða frá, hvussu veðurlagsbroytingar og umhvørvistrupulleikar eru knýttir at búskaparpolitiskum dynamikkum.

Upptøkutreytin er miðnámsskúlaprógv ella líknandi førleikar.

Skeiðið er partur av fulltíðarlestri á Setrinum, og tí er upptøka til stakskeið eisini treytað av, at pláss eru tøk.

Skeiðið gevur tær 7,5 ECTS-stig, og prísurin er 200 krónur fyri hvørt stigið.

Les meira um skeiðið her.

Umsóknarfreistin er 11. oktober 2021.

Umsóknarblað er her.