University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nýtt stýrið tilnevnt

Nýtt stýrið tilnevnt

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur nú tilnevnt tað nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum er sett frá 1. januar 2013.


Í stýrinum sita sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra teirra uttan fyri stovnin, meðan starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Stýrið er evsti myndugleiki Fróðskaparsetursins.

Limirnir uttaneftir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu tilsamans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu tilsamans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður hevur tilnevnt hesar uttanhýsislimir í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, tíðarskeiðið 1. januar  2013 til 31. desember 2016:

  • Herálvur Joensen, cand.jur.LL.M, deildarstjóti, formaður.
    Varalimur: Kristianna Sjóvará, cand. mag., ráðgevi.
  • Jan Mortensen, cand.polyt., stjóri í FT Samskifti, næstformaður.
    Varalimur: Marita Rasmussen, fiskivinnukandidatur, stjóri í Vinnuhúsinum.
  • Tove Bull, professari, fyrrverandi rektari, Universitetet i Tromsø. 
    Varalimur: þorsteinn Gunnarsson, rektari, Ph.D, Háskólinn á Akureyri.
  • Juanna S. Joensen, assistant professor, cand.scient.oecon., Ph.D., Stockholm School of Economics.
    Varalimur: Magni Mohr, cand.scient., Ph.D., ítróttargranskari.


Harumframt hevur landsstýrismaðurin, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum, sett niðanfyri standandi limir og varalimir í stýrið, tíðarskeiðið 1. januar  2013 til 31. desember 2016. Tó er studentaumboð tilnevnt fyri eitt ár í senn.

  • Gestur Hovgaard, Ph.D. lektari í samfelagsvísindi.
    Varalimur: Elisabeth Holm, altjóða samskipari.
  • Sára Joensen, deildarskrivari.
    Varalimur: Svein-Ole Mikalsen, Ph.D. professari.
  • Birna Gaard, lesandi, frá 1. januar 2013 tii 31. desember 2013.
    Varalimur: Vibeke á Botni, lesandi.


Tilmælið er gjørt við støði í innanhýsisval til stýrið, ið varð hildið 11. desember 2012 millum ávikavist starvsfólk og lesandi.

Les meira um stýrisarbeiðið her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum