University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 06 25 At 12 46 14 Um Glasir Glasir

Glasir er størsti miðnámsskúlin í landinum (Foto: glasir.fo)

06.06.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Nýtt tilboð: Blív miðnámslærari í tveimum fakum upp á fimm ár

Nú verður lættari og skjótari at gerast miðnámsskúlalærari í tveimum fakum, tí Fróðskaparsetur Føroya bjóðar nú lesandi tvífakligt nám í søgu og samfelagsfrøði

Ein nýggjur og meira effektivur útbúgvingarleistur verður nú settur í verk á Fróðskaparsetri Føroya, har lesandi kunnu fáa tvífakliga útbúgving í annaðhvørt søgu og samfelagsfrøði ella samfelagsfrøði og søgu.

Hesar útbúgvingarnar geva fullan førleika til at undirvísa í báðum fakum á miðnámi eftir fimm ára lestur.

Higartil hava lesandi annars verið noydd til at taka hjánám aftrat síni fimm ára útbúgving fyri at kunna undirvísa í tveimum fakum í miðnámsskúlum.

Nýggju tvífakligu námini avmarka ikki møguleikarnar hjá lesandi í mun til gomlu eittfakligu høvuðsnámini, tí nýggju útbúgvingarnar geva kandidatunum somu møguleikar fyri at fara granskingarvegin.

Formligu førleikarnir fyri at kunna fara undir ph.d.-lestur innan fyri høvuðsnámið fáast eisini við nýggju útbúgvingunum.

Vil tú hava høvuðsnám í søgu og hjánám í samfelagsfrøði, so søkir tú inn á útbúgvingina her.

Vilt tú hava høvuðsnám í samfelagsfrøði við hjánámi í søgu, so søkir tú inn á útbúgvingina her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving