Sunleif Rasmussen, komponistur og námslektari í tónleiki á Fróðskaparsetri Føroya, fer at undirvísa í tónleikaástøði
Inger Smærup Sørensen
29.06.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýtt tilboð til musikarar

Útbúgvingin í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya bjóðar á heysti 2020 lesandi og yrkistónleikarum eitt nýtt skeið í tónleikaástøði

Sunleif Rasmussen, komponistur og námslektari í tónleiki á Fróðskaparsetri Føroya, fer at undirvísa og geva tónleikarum ein serstakan møguleika fyri menning og innliti í tónleik.
Skeiðið gevur studentunum innleiðslu í tónleikaástøði, analysu og kompositión sæð í tónleikasøguligum ljósi. Dentur verður lagdur á at styrkja analytisku førleikarnar hjá studentunum í tónlist og kompositión og at menna eginleikan at binda saman ástøði og fagurfrøðilig sjónarmið.

Studentarnir læra at eyðmerkja egnan lærutørv, sjálvstøðugt at meta um tónleik, tá tað snýr seg um ymisk góðskuparametur og tónleikasløg og at samskifta neyvt um hetta.

- Tað hevur týdning at kenna samanhang, og hvussu tónleikaástøði hevur ment seg frá miðøldini og fram til nútíðina. Komið verður inn á fyrstu royndirnar at gera eina nótaskrift, og til tað, ið vit kenna í dag. Eisini verður tikið fram, hvussu fatanin av dissonansi og konsonansi er broytt ígjøgnum tíðirnar. Líka so kollveltandi sum nótaskriftin var, var tá ið bandupptakarin kom á marknaðin umleið 1940, sigur Sunleif Rasmussen um skeiðið.

Undirvísing verður 3 tímar um vikuna.

Meldið til her.

Skeiðið telur 10 ECTS (BA).

Gjald fyri stakgreinalestur er 200 DKK/ECTS.