University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Heimsins Nalvi

Perman á bókini Heimsins nalvi (Foto: Permumynd: Sámal Blak)

20.06.2025
Søgu- og samfelagsdeildin Fróðskapur

Nýtt upplag av bókini Heimsins nalvi tøkt

Fyrsta upplagið av Heimsins nalvi, bókini um føroyskan uttanríkispolitikk, sum kom út í april, var útselt eftir stutta tíð. Bókin er nú prentað aftur í 2. upplagi og tøk í bókabúðunum.  

Bókin kallast Heimsins nalvi – Føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld og viðger uttanríkispolitisku støðu Føroya úr einum breiðum sjónarhorni.

Seytjan høvundar við ymiskum bakgrundum lýsa og greina føroysk uttanríkisviðurskifti úr ymsum sjónarhornum. Bókin viðger m.a. vinnuliga og tjóðskaparliga menning í 19. øld, heimskríggj og samráðingar um fiskimørk undir kalda krígnum, fyrstu sendistovurnar um aldarskiftið, yvirtøkur av málsøkjum og hvussu uttanríkispolitiska virksemið áhaldandi er víðkað í 21. øld. Millum høvundarnar eru granskarar, embætisfólk og journalistar, sum allir hava lagt seg eftir at skriva til almenningin.

Ritstjórnað hava Regin Winter Poulsen, Jens Christian Svabo Justinussen, Rógvi Olavson og Heini í Skorini.

Hetta er fyrsta bók, sum viðgerð føroyskan uttanríkispolitikk burturav. Og evnið gerst alsamt meiri átrokandi, nú heimurin er í broyting. Bókin er ætlað øllum, ið forvitnast um støðu Føroya í heiminum, og hvagar leið Føroya gongur.

Í sambandi við útgávuna tann 2. apríl var útgávutiltak á Søgu- og samfelagsdeildini við framløgum um bókina. Har bar Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkisráðnum, fram tøkk til Árna Olafsson, sum í mong harrans ár arbeiddi sum serkønur í føroyskum viðurskiftum í danska Uttanríkisráðnum. Røðan kann lesast her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving