05.10.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýtt, upprunaføroyskt tilfar í postkassanum

- ókeypis tilfar er gott, men tað má vera brúkiligt.   Í vikuni kom ein lítil plakat í postkassan, sum Málfelagið sendi í hvørt hús, prentað við fígging frá ymiskum stuðlum. Á baksíðuni stendur, at plakatin er eitt móðurmálsalfabet. Hvat eitt alfabet er, kunnu vit kjakast leingi um, men tað áhugaverda er, hvat brúka vit tað til?


Í høvuðsheitum brúka vit eitt alfabet til tvey ting:
• Vit  seta í bókstavarað t.d. í orðabókum ella á bókasøvnum
• Vit brúka tað, tá vit læra at lesa

Málráðið hevur tikið eina avgerð um, hvørjir stavir eru í tí føroyska stavraðnum, og stovnar sum t.d. NÁM fylgja hesum tilmæli, tá tey gera tilfar. Børn í Føroyum, sum læra at lesa, eru sostatt von við stavraðið, sum Málráðið hevur mælt til. Nú sendir Málfelagið út tilfar við einum øðrvísi alfabeti. At Málfelagið og tey, sum stuðla hesari útgávuni, ynskja aðrar stavir í alfabetið, er teirra meining. Men við at gera eina plakat við alfabetinum, har tey seta myndir til hvønn stav, so verður hetta eitt alfabet, sum vendir sær til børn, sum læra seg at lesa, og tað er óheppið at blanda børn uppí hetta kjak/stríð.

At gera slíka plakat er als ikki lætt, tí atlit skal takast til, at tað ikki er eitt einfalt samband millum ljóð og stav. Harafturat skal orðið kunna avmyndast og atlit takast til, um barnið kennir orðið og um myndin er partur av orðfeinginum hjá børnum. Endamálið við at hava stav og mynd á plakatini er, at børnini skulu síggja eina mynd, sum tey kenna aftur beinanvegin, og orðið á myndini skal so byrja við sama ljóðinum sum stavurin, tú ætlar at barnið skal læra. Tú mást tískil tryggja tær, at barnið kennir myndina og at orðið á myndini byrjar við sama ljóði, sum stavurin. Bókstavurin sjálvur umboðar fleiri ljóð, men í hesum samanhanginum skal orðið bara geva tær tað ljóðið, sum bókstavurin hevur, t.d. at pera byrjar við sama ljóði sum bókstavurin P, meðan kettlingur ikki byrjar við tí ljóðinum, sum bókstavurin K hevur.

Á hesi plakat eru fínar tekningar, men tá vit koma til at tað týdningarmesta: at tað, sum er avmyndað, skal hjálpa tær at finna bókstavin, so sæst, at samband er ikki millum fyrsta ljóð í orðinum og bókstavin.Tá tú sært eina mynd av eini apu, so byrjar hon við ljóðinum /ea/ og tað fær ikki barnið at síggja sambandið millum orðið apa og bókstavin A. Tað sama er galdandi fyri ljóðini fremst í m.a. hesum orðum:
Eldur, egg og elgur byrja ikki við sama ljóði sum bókstavurin E
Genta gevur tær ikki ljóðið  á bókstavinum G
Ketta og ketil hava eitt annað ljóð enn bókstavurin K
Hvalur hevur ikki H sum byrjanarljóð
Omma og ovnur byrja ikki við sama ljóði sum bókstavurin O
Skip hjálpir tær ikki at læra bókstavin S
Úlvur byrjar við øðrum ljóði enn Ú
Ziska byrjar við ljóðinum S og lættir ikki um at læra Z
Eingil hevur ikki EI sum byrjanarljóð

So koma vit til myndirnar, sum eintýtt og týðiliga skulu vísa og leiða barnið móti bókstavinum:
Ein lineal skal fáa børn at gita C – ætlanin er at børnini siga centimetur, men myndin er ógreið.
Greipa er ikki eitt frekvent orð í málinum, sum hjálpir barninum at finna eitt G.
Tú skalt duga at lesa tekstin, sum er knýttur at myndini, fyri at leiðast móti bókstavunum Q, Z, W.
Barnið sær mynd av eini tonn og skal siga J - jaksil er sjáldan ein partur av aktiva orðfeinginum hjá børnum, og tað sama er við orðinum oysa.
Við Ø er ein mynd av einum ørvi  - flestu børn siga her pílur. At tað er gott at læra orðið ‘ørvur’ er rætt, men í tilfari sum hesum er endamálið ikki at víðka orðfeingið, men at læra bókstavir.

Á baksíðuni stendur, at tey, sum hava tikið stig til plakatina, ynskja at vísa tilknýtið hjá einstøku bókstavunum til tað føroyska umhvørvið og dagligdagin við viðkomandi myndum og hugtøkum. Hetta er eitt sera gott endamál og ivist ikki í, at flestu børn megna at læra tvey alfabet, so um Málfelagið sendi út eitt flott grafiskt prent við bara alfabetinum á, har tey ikki blanda innlæring av bókstavum uppí, so kundi man brúkt hetta stavraðið til eitt kjak um, at tað finnast aðrir stavir eisini og børnini kundu funnið munir og tosað um tað. Men júst hendan plakatin tænir ongum endamáli uttan at forvirra børn. Tá føroysk børn endiliga fáa uppprunaføroyskt tilfar ókeypis, sum enntá kemur í hvørt heim, klárt at heingja upp á veggin, so hevði verið betri, um tað kundi brúkst. Tey, sum veruliga hava nyttu av slíkum tilfari, eru børn beint undan og eftir tey byrja í 1. flokki, og tí má hetta venda sær til teirra. Øll vit onnur duga stavraðið meir og minni, og hava kanska okkara egnu meining um, hvørjir stavir skulu verða í stavraðnum. Vit nýtast ikki myndir fyri at vita, hvussu Z eitur. Hetta ókeypis tilfarið letur seg í ein pedagogiskan búna við at venda sær til børn í staðin fyri til tey vaksnu, sum eru tey, sum kjakast. Um tey nú fara at prenta tað uppaftur vegna eina lítla villu, sum í roynd og veru er tann minsta í hesum tilfari (og flestu børn halda sikkurt, at tað er nokkso stuttligt at finna hana), so hugsa tey vónandi um at rætta aðrar villur eisini.