University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ráð Teirra Lesandi 2026
07.10.2026
Setrið Lestrarskrivstovan

Nývald nevnd í Ráði teirra lesandi á Setrinum

Á aðalfundi 18. september 2026 varð nýggj nevnd vald til Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetri Føroya

Nevndin telur nú 7 limir og hevur skipað seg soleiðis:

  • Sólja Olsen, forkvinna
  • Barbara Wigant Eysturdal, varaforkvinna
  • Halla Róksdóttir, skrivari
  • Jóna Skoubo Godtfred, miðlafólk
  • Finn Haraldson, kassameistari
  • Gretchen Karinardóttir, nevndarlimur
  • Gunnar Bjarkason Joensen, nevndarlimur

Ráð teirra lesandi er umboð hjá teimum, sum lesa á Setrinum. Til gerandis verður ráðið bara kallað RTL.

Ráðið er mannað við umboðum frá øllum deildum á Setrinum og hevur til endamáls at umboða áhugamálini hjá lesandi í sambandi við lestur og lestrarumhvørvi annars.

Lesið viðtøkur, reglugerð og mannagongd fyri vali hjá Ráði teirra lesandi HER.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Próvtøkuótti 13.11.2025 (002)

    Opin fyrilestur á netinum um próvtøkuótta

  2. Rógvi Olavson Staðið Phd 13112026

    Væleydnað ph.d.-verja hjá Rógva

  3. Forsíða Klipt

    Setrið byggir brúgv til miðnám