Tað eru Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir, sum hava latið bæði bindini av føroysku bókmentasøguni úr hondum
13.12.2023
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Óført ummæli av Føroyskari bókmentasøgu 1 og 2

Íslendska tíðarritið, Tímarit máls og menningar, hevur ummælt stórverkini, Føroysk bókmentasøga I og II, hjá Maluni Marnersdóttur og Turið Sigurðardóttur

Í nýggjastu útgávuni av Timariti máls og menningar, sum er íslendskt tíðarrit, er drúgv viðgerð og ummæli av báðum bindunum, sum komin eru, um føroyska bókmentasøgu.

Tað eru Dagný Kristjánsdóttir og Soffía Auður Birgisdóttir, sum hava skrivað, og teirra skoðsmál er, at talan er um glæsiligt verk:

"Málstríðið millum føroyskt og danskt, sum eyðkendi tíðarskeiðið, ið bókmentasøgan fevnir um, var, tá ið samanum kom, fruktagott fyri føroyskar bókmentir, tí tað gav mongum høvundum íblástur, og nógv varð kjakast og skrivað um tað. 

Í endanum á hesum tíðarskeiði hevði føroyskt vunnið sær pláss í skúlum og kirkjum landsins, men ikki fyrr enn um seinasta aldaskiftið hevði føroyskt skapt sær so sterka støðu, at vandaleyst var at síggja føroyskar bókmentir, skrivaðar á donskum, sum part av føroyskari bókmentasøgu.

 “Føroysk bókmentasøga” er eitt vandaligt og glæsiligt verk. Tey bæði bindini, sum út eru komin, eru vakurt sett upp og hava, umframt tekstin, eina ørgrynnu av myndum eftir føroysk listafólk, og tað økir um virðið í bókunum. Sum í øllum góðum bókmentasøgum flættast tjóðarsøgan og heimssøgan saman við søguna um bókmentirnar.

Íslendskir lesarar fáa tí mangt at vita um søguna hjá hesum grannum okkara.

Tað verður spennandi at síggja framhaldið, og vónandi koma tey seinnu bindini út, áðrenn langt um líður", stendur at lesa í niðurstøðuni í tíðarritinum.

Føroysk  bók­mentasøga 1 røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900. Umframt beina tíðarrøð eru tað europeisk mentasøgulig og bókmentasøgulig sjónarhorn, sum liggja aftan fyri bygnaðin, og í viðgerðini verða teir føroysku tekstirnir hildnir upp ímóti hesum rákunum.

Føroysk  bók­mentasøga 2 er um bókmentirnar í broyt­inga­ríku árunum frá 1900 til 1939. Samanborið við eldri tjóðarbókmentasøgur lýsir Føroysk bókmentasøga 2 bókmentir og skaldskap, sum føroyingar hava skrivað á føroyskum og donskum.