08.02.2019
Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

Oft er gott þat er gamlir kveða - Introduction to Medieval Icelandic Literature

Føroyamálsdeildin bjóðar í vár stuttskeið á enskum við gestalærara av Háskóla Íslands.

Skeiðið er innleiðsla í norrønan skaldskap og ætlað at geva yvirlit yvir uppruna, innihald og menning av mest umráðandi norrønu tekstsløgunum - Eddukvæðum, Snorra eddu, Drottkvæðum og íslendingasøgum. Tað er Anita Sauckel av Háskóla Íslands, sum fer at undirvísa tríggjar seinnapartar fyrstu vikuna í mars, tveir tímar hvørja ferð.  Undirvísingin fer fram á enskum og er liður í Nordplus-samstarvi millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetrið.

Skeiðið er kravdur partur av undirvísingini í norrønum í vár, men onnur lesandi á FMD ella uttanhýsis studentar við samsvarandi førleika, kunnu eisini taka lut í tímunum. Skeiðið er ókeypis, og áhugaði kunnu skriva til totaa@setur.fo til tess at fáa nærri kunning um lesitilfar og annað.

Lestrarætlan á enskum.

Tímarnir liggja soleiðis í Loftsstovuni á FMD:

5.3 týsdag 12.30-14.15

6.3 mikudag 12.30-14.15

7.3 hósdag 13.30-15.15