University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ogn føroya fólks ella ogn landsins
30.01.2013
Søgu- og samfelagsdeildin

Ogn føroya fólks ella ogn landsins

Í gjár var nýggja fiskivinnulóggávan fyri á landsstýrisfundi. Í uppritinum stendur m.a. hetta um “Ogn Føroya fólks”.


"Ogn Føroya fólks" er tíðum á breddanum og sjónarmiðini um, hvat liggur í hesum hugtaki, eru nógv. Í uppskotinum til eina endurskoðaða fiskivinnulóg er ætlanin at seta orðingina "ogn landsins" ístaðin fyri "ogn Føroya fólks". Nýggja orðingin inniheldur sum so ikki annan týdning enn tann gamla, men er ein roynd at neyvlýsa týdningin, soleiðis at sleppast kann undan tí stóra orðadráttinum um hesa áseting.”

At eygleiða og hugleiða um orðingina “ogn Føroya fólks” vóru Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, og Kára á Rógvi, lektari í løgfrøði og fyrri skrivari í Grundlógarnevndini (seinni stjórnarskipanarnevndini) bodnir í útvarpsstovuna hjá Kringvarpi Føroya.

Hoyr innslagið her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast