University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Stýrið Jan 2025 Til Des 2028
14.02.2025
Setrið

Ólavur heldur fram sum formaður

Nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur nú skipað seg við Ólavi Ellefsen sum formanni og Niels Winther sum næstformanni

Djóni Nolsøe Joensen, landsstsýrismaður, hevur í vikuni havt sín fyrsta fund við nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hesin fundur var samstundis fyrsti fundurin hjá nývaldu limunum í stýrinum.

Røðan hjá landsstýrismanninum fyri nýggja stýrinum kann lesast her.

Stýrið varð sett tann 1. januar í ár fyri eitt fýra ára skeið, sum er frá 1. januar 2025 til og við 31. desember 2028. Stýrislimirnir eru ein samanseting av nývaldum og endurvaldum limum við breiðum og hollum fakligum royndum, leiðsluroyndum úr tí privata og almenna sektorinum, og við granskingarroyndum.

Í stýrinum eru:

    Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore (afturval)
    Varalimur: Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri á Barnaverkætlanini
    Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
    Varalimur: Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar Kommunu
    Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval)
    Varalimur: Elena D’Amelio, professari í miðlafrøði á universitetinum í San Marino og serfrøðingur í European Higher Education Area
    Elaine Munthe, dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger (afturval)
    Varalimur: Ragnheiður H. Magnúsardóttir, stjóri í Maggar í Íslandi og serfrøðingur í tøkni og íverksetan

Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya:

    Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
    Varalimur: Sigurd Christiansen, adjunktur í evnafrøði, Náttúruvísindadeildin
    Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk í námsfrøði, Námsvísindadeildin
    Varalimur: Regin Djurhuus Hammer, ph.d.-vísindastarvsfólk í búskaparfrøði, Søgu og samfelagsdeildin.
    Harriet Felicia Reistad Dam, lesandi á Náttúruvísindadeildini
    Varalimur: Sigmund Zachariassen, lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini

Ólavur Ellefsen varð afturvaldur sum formaður fyri stýrið, og Niels Winther varð valdur sum næstformaður.

Á myndini frá vinstru: Johan Hansen, fyrisitingarstjóri, Martin Zachariasen, rektari, Sigurd Christiansen, adjunktur, Ragnheiður H. Magnúsdóttir, stjóri og serfrøðingur í tøkni og íverksetan, Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, Harriet F. R. Dam, lesandi, Ólavur Ellefsen, stjóri, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, Sigmund Zachariasen, lesandi, Annika H. Davidsen, adjunktur, og Regin D. Hammer, ph.d.-vísindastarvsfólk.

Vanta á myndini: Anders Bjarklev, rektari, Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri, Birita Wardum, býararkitektur, Elena D’ Amelio, professari, og Elaine Munthe, professari.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 05 05 At 15 47 56 Forkanning Um Vitlíki Handað Landsstýrismanninum Fíggjarmálaráðið

    FMR fingið forkanning um vitlíki í Føroyum

  2. 2 Klipt Bergur Djurhuus Hansen Og Bárður Á Lakjuni Tilrading Um Vitliki Handad

    UNESCO handað landsstýrismanninum tilmæli um vitlíki

  3. Screenshot 2025 10 09 At 12 11 28 Sjúkrarøktarfrøði Setur

    Umsóknarfreist 1. juni: Klinisk vegleiðaraútbúgving