10.02.2023
Setrið
Skriva út

Óli Wolles rektari á Kambsdali

Rektaraskifti er í dag á Miðnámi á Kambsdali

Í sambandi við, at Hanna Jensen herfyri tók sæti í løgtinginum og søkti um farloyvi frá rektarastarvinum á Kambsdali, hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið gjørt av at seta Óla Wolles sum rektara.

Óli Wolles er 61 ára gamal, útbúgvin Cand.mag í religión frá Århus Universiteti og í føroyskum frá Fróðskaparsetri Føroya.

Harumframt hevur Óli diplomprógv í vegleiðing, eisini frá Fróðskaparsetri Føroya.

Hann byrjaði í starvi á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy í 1990, fyrst sum lærari, seinni eisini sum lestrarvegleiðari. Hann hevur verið útbúgvingarleiðari og sostatt partur av leiðslu skúlans síðani 2014. Eftir at Handilsskúlin og Studentaskúlin vórðu lagdir saman í nýggja stovnin Miðnám á Kambsdali, hevur Óli verið annar av vararektarum skúlans.

Óli Wolles tekur við rektarastarvinum í dag 10.februar.