University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Oljuprísurin fer ikki at hækka
26.04.2012
Søgu- og samfelagsdeildin

Oljuprísurin fer ikki at hækka

Tað var greiða svarið hjá norska professaranum Dag Harald Claes, tá ið hann varð spurdur á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, sum varð hildin í sambandi við 25 ára dagin hjá Søgu- og samfelagsdeildini.


Í sínum grundgevingum segði Claes, at oljuprísurin longu er alt ov høgur og tí ikki fer at hækka meira, at bæði kendar og ókendar oljuleiðir framvegis eru risastórar, og at onki oljureinsingarvirki nakra staðni í heimunum hevur havt trupulleikar av at fáa fatur á teirri oljuni, sum teimum hevur havt tørv á. Høgi oljuprísurin hevur sostatt einki við útboðið av olju at gera.

Dag Harald Claes, sum er knýttur at Universitetinum í Oslo, hevði ein áhugaverdan fyrilestur um tilfeingi í Útnorði. Ein av stóru spurningunum, sum hann tók upp, var óttin fyri, at útnorðurlond skulu enda í stórum tvídráttum sínámillum ella við onnur grannalond og ráevni í undirgrundini.

Dag Harald Claes helt, at lítil vandi var fyri slíkum tvídráttum, tí so at siga allar kendar ráevnisgoymslur liggja innanfyri tey landamørkini, sum vit kenna í dag.

Skuldi áhugi fyri ráevnum komið, har landamørkini framvegis eru ógreið, er umráðandi at bíða við øllum leitingarvirksemi, til hesar tvístøður eru fingar upp á pláss. Hann vísti á dømi um undirgrundarmakrið millum Noreg og Russland, sum londini stríddust um í meir enn 40 ár. Har avtalaðu londini, at eingin leiting skuldi gerast, fyrr enn avtala var gjørd um markið.

Somu nátt, sum undirgrundaravtalan teirra millum varð undirskrivað 15. September 2010, fóru norðmenn at gera seismiskar kanningar í norska partinum av Barentshavinum. Hinvegin hava russar als ikki sett spónin í greytin enn, men kortini hevur als eingin ósemja verið landanna millum, síðani avtalan varð undirskrivað.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025