Náttúruvísindadeildin
03.12.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Operator Algebra og Dynamikkur fingið stuðul

Náttúruvísindadeildin er við í norðurlendskum granskingarsamstarvi við heitinum Operator Algebra and Dynamics, ið er stuðlað av m.ø. NordForsk og Granskingarráðnum


Operator Algebra and Dynamics er heiti á norðurlendskum netverki millum granskarar, ið fáast við samanrenningina millum operator algebra og dynamikk. Netverkið hevur í heyst fingið 900.000 NOK í stuðli frá Nordforsk og 132.769 DKK frá Granskingarráðnum yvir komandi trý árini. Í netverkinum luttaka umleið hálvthundrað granskarar og granskaralesandi á universitetunum í Keypmannahavn, Tróndheimi, Odense, Århus, Oslo, Lund, Gøtuborg og Føroyum.

Støddfrøðilaboratorium
Sjálvt um tað er sera vanligt at bólka støddfrøðina saman við hinum náttúruvísindunum - so sum alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði - so er stórur munur á innaru náttúruni í fakunum. Í flestu náttúruvísindaligum fakøkjum er tann empiriski vísindahátturin ógvuliga framtraðkandi, meðan støddfrøðin oftast er meiri deduktiv og ber ofta mest brá av hugvísindum. Meðan týdningarmestu amboðini hjá hinum náttúruvísindunum ofta eru royndir og starvsstovuarbeiði, so er bókasavnið og persónligu kontaktirnar uttan iva týdningarmestu amboðini hjá støddfrøðinginum - við vígsluna av Matematisk Institut í Keypmannahavn í 1934 helt Harald Bohr skemtandi fyri, at týdningarmesta hjálpiamboðið hjá einum støddfrøðingi er ein sofa.

 

Hvat verður stuðulin brúktur til?
Trupulleikin við bókasavnsatgongd er vorðin nógv lættari at loysa, nú internetið er vorðið so útbreitt, og eisini samskifti millum granskarar er munandi lættari við elektroniskum hentleikum. Tað er tó ein royndur lutur, at íblástur til nýggj frambrot oftast koma við persónligum sambandi frammanfyri eina krittalvu, har til ber at hava eina samvirkna diskussión. Tí gleðist Náttúruvísindadeildin almikið um, at nýsetti operator algebraikarin, Gunnar Restorff, hevur fingið hendan kærkomna stuðul. Stuðulin frá NordForsk fer til granskaravitjanir millum norðurlendskar stovnar, tríggjar ráðstevnur umframt ein summarskúla í Tróndheimi, meðan stuðulin frá Granskingarráðnum skal brúkast til luttøku á altjóða ráðstevnum umframt partvíst at fíggja triðju ráðstevnuna hjá NordForsk, ið eftir ætlan verður í Føroyum, summarið 2012.

Operatoralgebra og dynamikkur - hvat er tað?
Í farnu áratíggjum er evnið operator algebra, ið tænir sum eitt støddfrøðiligt grundarlag undir kvantualisfrøði, vaksið við rúkandi ferð og hevur drigið til sín nógvar navnframar støddfrøðingar, harímillum Fields medaljuvinnararnar Connes og Jones. Nýtslan í dynamiskum skipanum av teknikkum og úrslitum úr operator algebra hevur gjørt stór frambrot seinastu árini. Longu John von Neumann, ið var upphavsmaður at operator algebra, var varur við samanspælið millum operator algebra og dynamikk. Vegamótið millum hesi bæði støddfrøðiligu ástøðini skapar eitt samband millum tvey væletablerað men sera ymisk støddfrøðilig økir. Hetta hevur víst seg at vera sera fruktbart fyri bæði operator algebra og dynamiskar skipanir. Serliga klassifikatiónin av hesum báðum ástøðum hava víst seg at vera nær tengdar og hevur staðfest seg við massivum útvekslingum av háttum - serliga invariantum. Millum ítøkiligu úrslitini eru nýggir invariantar hjá dynamiskum skipanum og ein røð av dømum av nýggjum C*-algebraum.