University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Próvtøkuótti 13.11.2025 (002)
Brynhild Thomsen
17.11.2026
Setrið Lestrarskrivstovan

Opin fyrilestur á netinum um próvtøkuótta

Mikudagin 18. november klokkan 12:00 skipar Fróðskaparsetrið fyri fyrilestri á Zoom um próvtøkuótta, og hvussu tamarhald kann fáast á honum

Próvtøkuótti er ein væl kendur og rættiliga útbreiddur trupulleiki millum lesandi. Óttin kann ávirka trivnaðin, fyrireikingina til próvtøkuna og eisini sjálvt próvtøkuúrslitið. Men tað góða er, at próvtøkuótti í mongum førum kann minkast munandi við teimum røttu amboðunum og vegleiðingini.

Tí skipar Fróðskaparsetrið aftur fyri fyrilestri um evnið við Anniku Helgadóttur Davidsen, sum er løggildur sálarfrøðingur og lektari. Hon fer at greiða frá um próvtøkuótta og koma við góðum ráðum um, hvussu ein kann læra seg at handfara óttan, so tamarhald kann fáast á honum.

Tiltakið er fyri øll, sum hava áhuga í evninum. Tað er bara at koma á Zoom klokkan 12:00 mikudagin 18. november.
Leinkið er HER. 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Rógvi Olavson Staðið Phd 13112026

    Væleydnað ph.d.-verja hjá Rógva

  2. Forsíða Klipt

    Setrið byggir brúgv til miðnám

  3. Høvundar Til Grein Um Bróstkrabba DHS

    Lívið eftir bróstkrabba kann vera trupult í mong ár