University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Orðabókagrunnurin gevur út
04.09.2009
Føroyamálsdeildin

Orðabókagrunnurin gevur út

Orðabókagrunnurin gevur út spansk-føroyska skúlaorðabók


Bókin er serliga ætlað miðnámsskúlunum. Í bókini eru útvald leitorð, ið eru mest viðkomandi hjá miðnámsskúlanæmingum og øðrum, ið vilja læra spanskt.

Orðini eru skipað bæði í vanligt stavrað og í evni. Til hvørt kapittul eru nýggjar tekningar eftir listamannin Janus Guttesen.

Tær báðar Randi Meitil og Birgit Remmel, málfrøðingar og lærarar í sponskum og føroyskum í Hoydølum, hava skrivað bókina.

Orðabókagrunnurin fer samstundis at leggja ‘beta-versjón’ av nýggjum orðabókaportali út. Hesin portalur skal geva telduatgongd til allar tær orðabøkur, ið Orðabókagrunnurin gevur út – teirra millum móðurmálsorðabókina.

Spanska orðabókin hevur sítt serliga pláss í nýggja portalinum sum fyrsta skúlaorðabók hjá OBG.

Alnet Studio hevur staðið fyri nýggja portalinum, ið saman við aðrari teldutøkni av álvara fer at flyta orðabøkurnar inn í telduøldina.

Nýggja bókin og portalurin verða løgd fram í Miðlahúsinum fríggjadagin 11. september kl. 16.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast