University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Yrkisbokur A Foroyskum Bokadagar

Pallborðsoraskifti á Bókadøgum 2025

10.11.2025
Fróðskapur

Orðaskifti um yrkisbøkur á Bókadøgunum 2025

Fróðskapur skipar fyri pallborðsorðaskifti leygardagin 15. november kl. 11.

Vit hava boðið trimum fólkum at umrøða tørvin á og ábyrgdina av at fáa yrkisbøkur á føroyskum.

Luttakararnir í panelinum eru Súsanna Eikholm, lærari á Glasi, Katrin Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, og Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetrinum.  

Annika Sølvará, stjóri í Fróðskapi, verður orðstýrari

Yrkisbøkur á føroyskum – hvør tekur ábyrgd?

Hvat hendir, tá okkum manglar yrkisbøkur um okkara egna samfelag - á egnum máli? Í hesum pallborðsorðaskiftinum hyggja vit at tørvinum á yrkisbókmentum um føroysk viðurskifti, skrivaðar á føroyskum. Tí, hvar er vitanin, um hon ikki er á móðurmálinum?

Við støði í arbeiðinum at lyfta føroyskar yrkisbókmentir fer pallborðið at kjakast um avbjóðingarnar og møguleikarnar fyri at gera, útgeva og at breiða út nýggja vitan - á føroyskum og um føroyska veruleikan. Hví hevur hetta týdning fyri lærarar, granskarar, journalistar, politikkarar og onnur, ið eru við í samfelagskjakinum? Hvat missa vit, tá vit ikki hava hetta á okkara egna máli?

Eitt viðkomandi orðaskifti um mál, vald og atgongd til kunnleika - í einari tíð, har smáu málini berjast fyri at vera sjónlig og viðkomandi.

Universitetsforlagið Fróðskapur hevur í 20 ár útgivið nærum 100 bøkur um gransking í og um Føroyar. Nógvar av hesum eru á føroyskum, aðrar á einum av norðurlendsku málunum ella á enskum. Hesi seinastu árini eru flestu bøkurnar talgildaðar og lagdar út á netið at brúka ókeypis.

Máltøknideplin hevur fingið loyvi at nýta hesar tekstirnar í arbeiði sínum. 

Tiltakið er partur av aktuellum kjaki um rættin til vitan í eini tíð merkt av ov nógvari ferð, algoritmum v.m., sum verður sera væl lýst av Heina í Skorini í røðu á tiltaki hjá Rahbeks sommerhøjskole.

Tiltakið tekur støði í endamálinum hjá forlagnum Fróðskapi, sum er at geva út dygdar yrkisbókmentir um føroysk viðurskifti m.a. á føroyskum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 08 14 At 11 29 21 WELCOME Iifet2026

    Almennur fundur um framtíðar fiskivinnustýring

  2. Screenshot 2026 08 12 At 10 19 38 Turið Sigurðardóttir Heiðrað Setur

    Turið Sigurðardóttir 80 ár

  3. Skærmbillede 11 8 2026 11247 Www.Iifet2026.Com

    IIFET 2026: Setrið vertur fyri altjóða fiskivinnuráðstevnu