University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Óvanligur ísvetur millum Grønland og Kanada
Knud Simonsen
23.04.2008
Náttúruvísindadeildin

Óvanligur ísvetur millum Grønland og Kanada

Í vár hevur tað verið óvanligur nógvur ísur millum Grønland og Kanda. Útbreiðslan hevur ikki verið so stór síðani 1993, skrivar heimasíðan hjá DMI. NVD tók loftmyndir av ísinum út fyri Labrador fyrst í apríl mánaða.


Tað var serliga í januar mánaða, at fylgissveinamyndir vístu at ísútbreiðslan var størri enn man hevur sæð tey seinastu 15 árini. Orsøkin var, at eitt serliga drúgt og djúpt látrýst lá úr Íslandi og inn í Norðurhøvini, sum elvdi til áhaldandi norðanvind í vestur Grønlandi. Av hesum var januar mánaðin rættuliga kaldur har.

Í tjakinum um veðurlagsbroytingar hevur verið ført fram, at ísurin í Pólhavinum er nógv minkaður. Hetta kann tykjast ikki at sampakka við nógva ísin millum Grønland og Kanda í vár. Fyrrverandi veðurmaðurin í Grønlandi, Leif Rasmussen greiðir á www.dmi.dk frá, at nógvi ísurin millum Grønlandi og Canada hevur samband við serligu veðurumstøðurnar í vetur, og at hetta ikki broytir við uppfatanina av, at ísurin minkar í Pólhavinum. Heldur vísir hetta hvussu fløkjaslig veðurlagsviðurskiftini eru.

Loftmyndirnar av ísinum út fyri vestur Grønland og Labrador eru tiknar frá rutuflogfari tann 2. apríl, og fylgisveinamyndin, ið er frá Universitetinum í Bremen í Týsklandi, vísir ístøðuna tann 3. apríl.




Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast