University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Firouz Gaini SSD 2.jpg

Firouz Gaini, professari í antropologi, hevur skrivað nýggja grein í Electronic Journal of Contemporary Japanese Studies

17.08.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

- Oyggjafólk eru altíð í bíðistøðu

Firouz Gaini, professari, hevur skrivað nýggja grein um ung í Okinawa í Japan. Greinin eitur "Island people are always waiting" – Young people’s everyday lives and future narratives in Okinawa” og er í nýggjastu útgávuni av EJCJS (Electronic Journal of Contemporary Japanese Studies)

Greinin um tey ungu byggir á etnografiska kanning, sum Firouz Gaini gjørdi í Okinawa í 2018. Í henni kannar og greinar hann gerandislívið og framtíðarætlanirnar hjá oyggjaungdómi í einum samfelagi í stórari broyting.

Okinawa er kent fyri sínar stóru amerikonsku herstøðir, men eisini fyri sína vøkru náttúru. Okinawa var eitt sjálvstøðugt kongaríki í øldir, fram til 1872, tá oyggjabólkurin varð innlimaður í Japan.

Greinin brúkar lokala hugtakið "chanpurū" (sum merkir at skapa nakað nýtt við at blanda siðir og súmbol úr ymsum mentanum saman) til at lýsa og viðgera mentanina og virðini hjá ungdóminum í Okinawa.

Greinin vísir, at tey ungu, sum eru undir útbúgving (á hægri lærustovnum), brúka sínar framtíðarhugmyndir til at fáa eina betri fatan av nútíðar "veruleikum" og samfelagsavbjóðingum.

Greinin er her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving