Brynhild Thomsen
28.02.2020
Setrið
Skriva út

Oyggjalond byggja brýr

Mentanarligt samband varð knýtt, tá japanski sendiharrin í Keypmannahavn, Manabu Miyagawa hitti Chik Collins, rektara á Fróðskaparsetri Føroya seinnapartin í dag. Og sendiharrin kom ikki tómhentur

Á sætta sinni skipar japanska sendistovan fyri filmsfestivali í Havn, hesaferð í Perluni, har allir seks filmarnir eru ókeypis at síggja fyri øll, sum hava áhuga. Og í hesum sambandi nýtti sendinevndin høvi at vitja á Setrinum seinnapartin í dag.
- Vit høvdu ein sera góðan fund, har sendiharrin í roynd og veru bjóðaði einum føroyskum studenti eina sera gávumilt fíggjaða Master ella ph.d. á japanskum universiteti, sigur Chik Collins.
- Tað er mær ein heiður, at vit nú eru farin undir at knýta vinaband og at menna eitt framtíðar samstarv, sigur rektarin.

Manabu Miyagawa hevur eina sera spennandi bakgrund og starvsleið, sum røkkur úr London og ES til Moskva og New York, umframt nógvar aðrar spennandi millumstøðir í altjóða diplomatatisku skipanini.

Góðir filmar í perluni
Japanski filmsfestivalurin í Perluni byrjar í morgin klokkan 13, tá Miyagawa sendiharri fer at bjóða vælkomin.
Klokkan 13.10 verður fyrsti filmurin vístur. Hann eitur Chihayafuru og byggir á japanska teknirøð við sama heiti. Hendan útgávan er tó ein spælifilmur, sum snýr seg um poetiska kortspælið, karuta.
Øll skráin sæst annars her.
Japanski sendiharrin sigur seg vóna, at nógvir føroyingar fara at koma á gátt í Perluni, og smílandi leggur hann afturat, at borðreitt verður við sake eftir sýningarnar bæði leygarkvøldið og sunnukvøldið.
- Eg ætli mær at síggja filmin sunnukvøldið, sum eitur Her Love Boils Bathwater, sigur Chik Collins.
- Eg má síggja ein film við hasum heitinum! Og sake ger tað heldur ikki verri, sigur rektarin.