University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Pætur Mikal Holm
15.06.2026
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara

Pætur Mikal Holm, ið undirvísir á Fróðskaparsetri Føroya og er granskingábyrgdari á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum og seniorgranskari í Danmark, er framfluttur til lektara á Setrinum

Pætur er útbúgvin fysioterapeutur frá Syddansk Universiteti í 2012. 

Í 2015 tók hann masterútbúgving í fysioterapi, og í 2019 vardi hann ph.d.-ritgerð sína á Syddansk.

Granskingin hjá Pæturi Mikal hevur serliga snúð seg um vødda- og beinagrindarheilsu, ortopedi og slitgikt við serligum denti á knø og mjadnir. 

Hann hevur drúgvar royndir við kliniskari gransking, m.a. randomiseraðum kanningum, endurvenjingum og venjingum sum viðgerð. Eisini hevur hann arbeitt við at flyta granskingarúrslit inn í kliniskar vegleiðingar og gerandis praksis.

Tá ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.

Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran, grundað á vísindaligar útgávur, undirvísing og vegleiðing, miðling av gransking, fyrisitingarligar royndir og ætlanir fyri komandi gransking.

Metingarnevndin vísir á, at granskingarúrtøkan hjá Pæturi Mikal Holm er greið og vaksandi, tá talan er um vødda- og beinagrindarheilsu. Hansara vísindaliga framleiðsla er støðug, granskingin er metodiskt væl grundað, og hann hevur eitt breitt altjóða samstarv.

Nevndin leggur eisini dent á, at hann hevur viðkomandi royndir við undirvísing og vegleiðing á bachelor- og masterstigi, umframt royndir við granskingarleiðslu og samskipan av kliniskum granskingarverkætlanum.

Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá Pæturi lúka allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at Pætur verður útnevndur lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Í metingarnevndini vóru:

  • Anna Sofía Veyhe, lektari í heilsuvísindum, Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetur Føroya (forfólk)
  • Eva Ageberg, professari á Lund Universiteti
  • Michael Skovdal Rathleff, professari á Aalborg Universiteti

Vit ynskja Pæturi Mikal Holm hjartaliga til lukku við framflytingini!

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  2. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  3. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni