14.12.2011
Føroyamálsdeildin Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Páll Isholm nýggjur fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetri Føroya

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt av at seta Páll Isholm í starv sum fyrisitingarstjóri.


Páll Isholm er 39 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan útbúgvingarøkið. Hann hevur starvast sum deildarstjóri á Føroya Handilsskúla á Kambsdali síðan 2002 og sum virkandi stjóri á Føroya Handilsskúla síðan á vári 2011. Páll er útbúgvin cand. mag. í norðurlendskum og samfelagsfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya og samskifti frá Syddansk Universitet. 

Páll tekur við starvinum 1. februar 2012


Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya