Brynhild Thomsen
06.01.2022
SetriðPallborðskjak um heilsuøkið
Nú klokkan 14:45 verður stroymt pallborðskjak um stuðul til at menna heilsuøkið í Føroyum
Granskingarráðið hevur í dag stórt - eisini talgilt - tiltak um Sjúkrakassagrunnin, og tær verkætlanir, sum hava fingið stuðul úr grunninum.
Tiltakið byrjaði klokkan 13:00, og klokkan 14:45 verður pallborðskjak við Jákupi N. Olsen, fyrrverandi nevndarformanni í Sjúkrakassagrunninum, Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, Magna Mohr, prorektara fyri gransking á Fróðskaparsetrinum og Jan Rasmussen, formanni í Granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum.
Evnið, sum kjakast verður um, er stuðul til at menna heilsuøkið í Føroyum.
Orðstýrari er Dagmar Joensen-Næs frá Granskingarráðnum.
Fylgið við á leinkinum her.