FMD
06.10.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Peter Godfrey Foote (1924-2009)

Mikkjalsmessudag andaðist Peter Foote professari í heiminum í London 85 ára gamal. Hann var professari í “Scandinavian Studies” á teirri norðurlendsku deildini (Department of Scandinavian Studies) á University College London.


Peter Godfrey Foote var føddur í Swanage í landslutinum Dorset í Suðuronglandi í 1924. Hann las í Exeter, London og Oslo og tók BA-prógv í eingilskum í 1948 og MA-prógv í norrønari filologi í 1951. Frá 1950 hevði hann starv sum lærari og granskari í “Old Scandinavian” á universitetinum í London. Í 1963, tá ið Department of Scandinavian Studies gjørdist sjálvstøðug deild (eftir frammanundan at hava verið partur av English Department), bleiv Peter Foote fyrsti professarin á deildini, og hann røkti starvið sum fyristøðumaður, Director of Scandinavian Studies, til 1983, tá ið hann legði frá sær bara 59 ára gamal. Eftir tað var hann Emeritus Professor of Scandinavian Studies og knýttur at deildini. Úr einum føroyskum sjónarhorni er vert at nevna at deildin í London hevur lagt stóran dent á at geva rúm fyri føroyskum máli í undirvísing og gransking síni.


Granskingarøkið hjá Peter Foote var fram um alt tær gomlu norrønu bókmentirnar, sum hann hevur skrivað um í greinum og bókum. Millum mangt annað hevur hann havt serstakan áhuga fyri Føroyingasøgu og hevur í vísindaligum greinum latið virðismikið íkast til granskingina av hesum verki.


Peter Foote var fróðarmaður, og hartil ein rættur eingilskur gentlemaður, høgt virdur av øllum samstarvsfeløgum. Hann luttók trúliga á teimum sokallaðu Víkingaráðstevnunum, eitt nú teimum báðum sum hava verið í Føroyum, í 1965 og 2001.

 

Eivind Weyhe