University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Petra A. Eliasen fingið MA-prógv
26.09.2014
Føroyamálsdeildin

Petra A. Eliasen fingið MA-prógv

Sætti meistarafyrilestur hildin á Føroyamálsdeildini í ár.


Petra A. Eliasen helt í gjár meistarafyrilesturin, sum nevndist: Greið frá føroyskari fólkanavnalóggávu og við støði í tíni ritgerð frá hugburði hjá fólki til lóggávu á hesum øki. Petra skrivaði MA-ritgerð við heitinum: Kanning av nøkrum fólkanøvnum við støði í 9. flokkum í Eysturskúlanum og á Felagsskúlanum á Oyrarbakka skúlaárið 2013-2014.

Petra setti sær fyri at kanna, hvussu navnagávan av børnum í tveimum føroyskum fólkaskúlum skúlaárið 2013-2014 er háttað og eisini, hvørji nøvn foreldur teirra og systkin bera. Rannsóknin er grundað á spurnabløð, sum børnini og foreldur teirra fingu. Petra kannaði eisini býtið millum skúlarnar viðvíkjandi fornøvnum og nýtslu teirra, millumnøvn og eftirnøvn. Í fyrilestrinum greiddi hon frá tí søguligu bakgrundini, til vit fingu ta fyrstu fólkanavnalógina í 1992. Petra greiddi eisini frá síni kanning av hugburði til navnalóggávu. Tað vísir seg nevniliga at vera stórur meiriluti fyri lóggávuni um fólka-nøvn, men at verandi lóg er í so strong.




Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  2. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  3. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku