University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Heiðursdoktarafyrilesturin hjá Petur Jacob útsettur

Í 2015 varð Petur Jacob Sigvardsen tilnevndur heiðursdoktari við Fróðskaparsetur Føroya. Her heldur hann sín heiðursdoktarafyrilestur

Jóan Pauli Joensen, fyrrverandi rektari
02.10.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Petur Jacob Sigvardsen, heiðursdoktari, farin

29. september andaðist gjáarmaðurin og heiðursdoktarin við Fróðskaparsetur Føroya, Petur Jacob Sigvardsen, 93 ára gamal

Petur Jacob Sigvardsen var føddur 13. september 1932. Hann tók prógv sum lærari á Føroya Læraraskúla í 1956 og hevur starvast sum fólkaskúlalærari eitt nú í Mykinesi og við Miðvágs-Sandavágs Skúla. Í 1976 varð hann settur í starv sum skúlaráðgevi  og kom seinni at arbeiða sum  deildarstjóri á táverandi Landsskúlafyrisitingini.

Bæði meðan hann var í starvi og eisini eftir, at hann fór frá við eftirløn í 1996, hevur hann verið sera virkin sum rithøvundur. Hann hevur skrivað andaligar bøkur og greinar, eitt nú í  ”Mær er sagt um ein stað”, sum er eitt verk við sálmum, sangum og stuttlestrum.

Petur Jacob Sigvardsen hevur yrkt og umsett einar 500 sálmar, og so seint sum á hvítusunnu í ár var sangløta í Missiónshúsinum í Havn við sálmum hjá honum til heiðurs fyri hann.

Harumframt hevur Petur Jacob Sigvardsen latið fleiri siðsøgulig og søgulig verk úr hondum: "Torvið í Føroyum í søgu og siðsøgu" (2006), "Úr Gjáar Søgu 1997-2014" og "Hin heimurin" (2008-2011). Verk, sum øll eru givin út á Forlagnum Búgvin.

"Torvið í Føroyum" er í fimm stórum bindum, har Petur Jacob Sigvardsen hevur viðgjørt mestsum alt hugsandi um torv. Hetta er eitt stórt granskingararbeiði, sum byggir á tilfar, sum høvundurin sjálvur hevur savnað, umframt á alt annað, sum hann hevur funnið fram til á bókasavni, søvnum og stovnum í Føroyum.

Hann lýsir torv og torvarbeiði í hvørjari bygd í Føroyum, eisini hvussu tey í bygdum, har ongir torvheiðar vóru, fóru í aðra bygd at skera torv fyri at fáa brenni.
 
Í stórverkinum um torv viðger hann alt tað málsliga, sum hevur við torv at gera. Somuleiðis greiðir hann frá siðum og skikkum á torvheiðunum og í sambandi við torv, og frá áhugaverdum tilburðum í sambandi við torv og torvarbeiði, bæði um huldufólk og torv og um vandaferðir í sambandi við torvflutning.

Alt tað verkliga lýsir hann eisini sera nágreiniliga. Eitt nú ber hann saman torvamboð í ymiskum bygdum og lýsir, hvussu t.d. haka- og torvskeragrev vóru smíðað, og í hesum sambandi fáa vit  eisini nógv at vita um jarnsmiðirnar í teimum ymisku bygdunum. Hann lýsir væl og virðiliga torvið sum brenni, og vit fáa eisini alla søguna frá grúgvu til elektriskan komfýr. Umframt at skriva um torv í Føroyum ber Petur Jacob Sigvardsen eisini saman við torv og  torvmentan í grannalondunum, men neyvan man torv og alt, sum hevur við torv at gera, vera lýst so væl aðrastaðni sum í verki hansara um torvið í Føroyum.

Tær fyrstu bøkurnar úr røðini um Gjáar søgu eru høvundans egnu minni frá barnaárunum, og hetta eru sera autentiskar lýsingar frá bygdalívinum við Gjógv. Bøkurnar um ta gomlu tíðina við Gjógv eru um meira almenn viðurskifti í bygdini, har Petur Jacob Sigvardsen byggir á tilfar, sum hann hevur savnað sjálvur frá øðrum og úr skjalatilfari.

Her lýsir hann fleiri eldri samfelagsviðurskifti úr einum sjónarhorni, sum einaferð var. Bøkurnar um ta nýggju tíðina eru um, hvussu alt broyttist, og tað gamla varð trokað burtur av øllum tí nýggja, sum kom í staðin fyri, og tá  fleiri fólk í mongum førum ”lærdu seg út úr bygdini”. 

Petur Jacob Sigvardsen hevur javnan sera áhugaverdar eygleiðingar og tulkingar, men viðhvørt fall hann eisini í eina ikki sørt sorgblíða fatan av tí góða, sum einaferð var.

Tað, sum eyðkendi Petur Jacob  Sigvardsen var, at hann kundi fara niður í smálutir, sum hann so væl gáaði eftir. Hann hevði vakin eygu og oyru, so at hann umframt heildina, eisini javnan tekur fram siðsøgulig klípi, sum annars lættliga kundu verið farin aftur við borðinum og enda í teirri ósøgdu orðaleysu søguni, sum vit tá lítið ella einki høvdu kunnað gjørt við. 

Verkið "Hin heimurin" er um evni, sum fella inn undir tað klassisku fólkaminnisfrøðina.

Tað er um sambandið millum menniskju og tað dulda, hulda ella tað yvirnatúrliga. Hetta er í roynd og veru eitt stórt savn av søgum um dreymar, sjónir, fyriboðanir, um at síggja onkran í hamferð, og um  ófrættaboð  sum eru komin til fólk á ymiskan hátt. Eisini eru søgur um íbygdar steinar, at leggja niður sjógv, huldufólk, tey fornesku og mangt annað, sum fólk á yvirnatúrligan hátt komu í samband við. 

Flestu frásagnirnar eru um fólk, sum sjálvi hava havt hesar yvirnatúrligu upplivingarnar. Tað kann hava verið løgnir dreymar, sjónir og annað gátuført. Petur Jacob Sigvardsen steðgar ikki við tað gamla siðbundna, men tekur eisini við søgur um UFO-ar ella flúgvandi borðiskar, eins og hann  inn ímillum hevur søgur um sambandið hjá fólki við tað himmalska.

"Hin heimurin" er um fólkaminni, sum standa mát í einum størri fólkaminnisfrøðiligum høpi.

Endurminningarnar, sum Petur Jacob Sigvardsen hevur latið úr honum, leggja eisini nógv gott aftrat hansara virki sum høvundur.

Petur Jacob Sigvardsen var leikur maður og ikki uppaldur við vísindaligum ástøði og háttalagi,  og kortini hevur hann havt ein íbornan eginleika at duga væl at analýsera, samanbera og fáa høpi í sínar empirisku lýsingar av teimum evnum, sum hann hevur fingist við.

Og tað, sum Petur Jacob Sigvardsen hevur lagt fram av nýggjum um føroyska verkliga mentan, søgu og fólkaminni, varð av stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya mett at vera av slíkari dygd og slíkum slag, at Fróðskaparsetrið á 50 ára degi sínum í 2015 tilnevndi hann til heiðursdoktara.

Ærað veri minnið um Petur Jacob Sigvardsen, ph.d. h.c. 

Jóan Pauli Joensen

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum