10.03.2014
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Petur Zachariassen fyllir sjeyti

Petur Zachariassen, ella Petur Z sum hann ofta kallar seg sjálvan, hevur 70 ára føðingardag tann 10. mars 2014. Petur telist millum undangongufólkini í føroysku universitetssøguni.


Í 1972 varð náttúruvísindaliga Støðisútbúgvingin sett á stovn á Setrinum, og varð Petur knýttur at henni við undirvísing í støddfrøði. Samstundis var hann lærari í støddfrøði á Føroya Studentaskúla. Tvey ár seinni, í 1974, varð hann settur í fulltíðarstarv á Støðisútbúgvingini (seinni Náttúruvísindadeildini) sum lektari í støddfrøði.

Í sínum starvi er Petur fakliga breiður. Hann er støddfrøðingur, fyrst og fremst hagfrøðingur. Hann hevur verið nógv eftirspurdur í ráðum í eini røð av verkætlanum, har serfrøði innan hagfrøði hevur tørvað.

Petur hevur stóran áhuga fyri møguleikunum, ið eru í kunningar- og samskiftistøkni. Hann hevur havt mangar álitisuppgávur á tí økinum, bæði innan- og uttanseturs. Í 1994 hevði hann ein virknan leiklut í at útvega føroyingum internetsamband. Tað var í sonevndu Sleipnir-verkætlanini, sum legði lunnar undir internetsambandið hjá skúlum í Føroyum og stovnum á Debesartrøð. Internetsambandið var latið upp í januar 1995.

Sum flestum kunnugt hevur Petur havt leiðsluuppgávur á Setrinum. M.a. hevur hann í nøkrum umførum verið leiðari av Náttúruvísindadeildini. Tá Setrið var skipað bygnaðarliga við rektara á odda, varð Petur valdur sum fyrsti rektari á stovninum. Rektaraskeiðið  var frá juni 1987 til desember 1990.

Nú Petur fyllir sjeyti, er hann framvegis í starvi sínum á Náttúruvísindadeildini.

Vit ynskja Peturi hjartaliga til lukku við føðingardegnum og alt tað besta í komandi døgum.