(Foto: freerangestock.com)
Brynhild Thomsen
25.01.2022
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Ph.d.-skeið: Gjøgnumhugsa tína verkætlan

Í mai skipar Fróðskaparsetrið saman við granskarum frá Aalborg Universiteti og Syddansk Universiteti fyri ph.d.-skeiði, har arbeitt verður við at geva luttakarunum amboð til í verki at hugsa sína ph.d.-verkætlan ígjøgnum við Støðuligari Analysu (SA)

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum verður 23. - 25. mai 2022 karmur um spennandi ph.d.-skeið, sum er ókeypis fyri ph.d.-lesandi og starvsfólk á Fróðskaparsetrinum, og sum kostar 2.000 kr. fyri onnur, ið hava áhuga.

Skeiðsluttakarar fáa trý ECTS-stig við virknari luttøku á øllum skeiðnum.

Skeiðið er fyri ph.d.-lesandi og tey, ið hava ætlanir um at fara undir ph.d.-verkætlan, umframt fyri granskarar annars. Pláss er fyri í mesta lagi 25 luttakarum.

 

 

Stine W. Adrian, ph.d. og adjungeraður professari á Aalborg Universiteti, og Dorthe Brogaard Kristensen, ph.d. og adjungeraður professari á Syddansk Universiteti, undirvísa á skeiðnum.

Endamálið við skeiðnum er at geva granskararum amboð at hugsa verkætlanina ígjøgnum og finna vegir at arbeiða háttalagsliga við tí empiriska tilfarinum.

Hetta verður gjørt við fyrilestrum, framløgum og bólkaarbeiði. Luttakararnir arbeiða við egnum granskingarverkætlanum í sambandi við evnini, sum verða viðgjørd á skeiðnum. Hetta verður gjørt í bólkum á 4 – 5. Tað verður væntað av luttakararnum, at teir leggja sína egnu verkætlan fram á skeiðnum gjøgnum venjingar við kortleggingum, umframt at luttakarar eru virknir í innanhýsis kjaki. 

Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni:

  • At viðgera ástøðiligu/háttalagsligu tilgongdina Situational Analysis (Støðulig analysa) (SA), sum er ment av amerikanska sosiologinum, Adele Clarke.
  • At veita amboð at arbeiða við verkætlanini heilt frá granskingarsniðgevingini til endaligu greiningarnar.
  • At veita amboð til at greina kompleksar støður gjøgnum kortleggingar, sum eru navngivnar sum ”støður”, ”sosialar verðir” og ”positiónir”.
  • At eggja granskaranum at hugsa kreativt, tá ið háttalag umræður, og at hugsa tvørtur um mikro-, meso- og makrostøði í analysuni.
  • At viðgera møguleikar fyri at brúka ymiskt kvalitativt tilfar, sum er miðlað ymiskt og í ymiskum miðlum.
  • At veita ástøðiligt og háttalagsligt grundarlag til í verki at at arbeiða við støðuligari analysu í sambandi við egna granskingarverkætlan.
  • At geva innleiðslu í upprunan og menningina av háttalagnum við denti á: Symbolska Interaktionismu, ”Grounded Theory”, ”Social World Arena”-ástøðir, Foucault, ”Critical Race”- ástøðir, STS og feministiska ástøði.
  • At geva hvørjum einstøkum skeiðsluttakara høvi at arbeiða ítøkiliga við háttinum at kortleggja og soleiðis hugsa sína egnu verkætlan ígjøgnum, samstundis sum greiningar verða mentar.

Undirvísingarhátturin skiftir millum framløgur, verkstaðir og innlatingar, har luttakarar arbeiða við at menna egnar granskingarstrategiir. Á skeiðnum skulu luttakararnir arbeiða við háttalagnum hjá Clarke gjøgnum nýtslu av kortleggingartilgongdini og seta hesa í samband við egna granskingarverkætlan.

Lesið skeiðslýsingina her.

Umsóknarfreist er 1. mars 2022.

Tilmeldingarskjal er her.

Skeiðið verður mánadagin 23. mai og týsdagin 24. mai frá kl. 9- 16 og mikudagin 25. mai frá kl. 9 – 12.30.

Bjóðað verður ábit á døgurða og kaffi og te fyrrapart og seinnapart.  Vinarliga sigið frá, um tit ynskja vegetariskan mat, ella tit ikki tola ávísan mat.

Tilmeldingarskjalið, saman við stuttum samandrátti (í mesta lagi 1 síða á donskum ella enskum) av ætlaðu verkætlanini, skal sendast til: nad@setur.fo.

Áðrenn skeiðið fáa luttakararnir neyvari kunning um skeiðið og áheitan um at senda útkast til kortlegging (messy map) av verkætlanini til skeiðshaldararnar.

Um spurningar ella ivamál eru, ber til at venda sær til Elsu Mariu Højgaard, samskipara, elsamh@setur.fo.

English here.