Skriva út

Ph.d.-verja á Fróðskaparsetri Føroya

Hósdagin 21. august 2014 fer Uni Kárason Petersen at verja ph.d.-ritgerð sína 'Propagation and scattering of reflection seismic waves in a basalt succession' á Fróðskaparsetrinum.


 

Verjan verður á Vinnuháskúlanum og byrjar kl. 13.

Ph.d.-verkætlanin er gjørd á Fróðskaparsetri Føroya og Jarðfeingi. Hon er partur av altjóða samstarvi við universitetini í Oxford, Cambridge og Århus umframt við GEUS (De nationale geologiske undersøgelser for Danmark og Grønland). Vegleiðarar hava verið Morten S. Andersen og R. James Brown, adjungeraðir professarar í jarðalisfrøði á Fróðskaparsetrinum.

Ph.d.-verkætlanin er íkast til áhaldandi leitingina eftir betri hættum at avmynda løgini undir basaltinum við seismiskum kanningum. Basalt hevur ofta negativ árin á seismikk. Hetta kann samanberast við ekkó í einum rúmi, sum ger tað ringt at hoyra tað, ið sagt verður. Avbjóðingin er at taka óljóðið burtur, so avmyndingin av løgunum verður klárari. Ph.d.-verkætlanin miðar ímóti at geva grundarlag fyri betri viðgerð av seismiskum dátum. Hetta verður gjørt við at kortleggja jarðfrøðina í undirgrundini og beinleiðis at lesa basalteginleikar burturúr seismikkinum.

Verkætlanin er serliga grundað á seismiskar dátur, innsavnaðar á Glyvursnesi nærhendis 700 m djúpu Glyvursnesboringini, umframt dátur frá boringini á Glyvursnesi og hinum báðum djúpu boringunum í Føroyum, nevniliga Vestmanna og Lopra. Harumframt eru seismiskar leitingardátur á tí føroyska økinum nýttar til samanberingar.

Í dómsnevndini sita Christopher Juhlin, professari við Uppsala Universitet, Dr. Philip Christie frá Schlumberger Cambridge Research og senior granskari, Trine Dahl-Jensen, frá GEUS.

Uni Kárason Petersen er útbúgvin alisfrøðingur á Københavns Universitet við sergrein í jarðalisfrøði í 2001. Í 2002-2006 var hann í ph.d.-lestrarstarvi á Fróðskaparsetrinum og hevur síðan 2006 arbeitt sum jarðalisfrøðingur á Jarðfeingi. Áðrenn akademisku leiðina var hann maskinmeistaraaspirantur og maskinmeistari hjá Mærsk.

Ph.d.-ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum.

Les samandráttin av ritgerðini her.