Brynhild Thomsen
03.05.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Ph.d.-verja: Fótbóltsspæl sum fyribyrging og viðgerð

Fríggjadagin 7. mai klokkan 13:00 fer May-Britt Skoradal at verja sína ph.d.-ritgerð, sum kannar, hvussu fótbóltsspæl kann fyribyrgja sjúku, brúkast sum viðgerð fyri sjúku og eisini fremja heilsu

Verjan, sum er almenn, verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Vegna koronustøðuna verður atgongdin avmarkað til 50 fólk.

Ritgerðin kannar, hvørja ávirkan fótbóltsvenjing hevur á likamligu heilsuna hjá børnum, miðaldrandi og eldri kvinnum og monnum við prediabetes.

Ritgerðin snýr seg um fýra randomiseraðar kontrolleraðar kanningar (RCT). Kanning 1 byggir á 41 kvinnur, sum eru um skiftisárini, røra seg lítið og hava ov høgt blóðtrýst.

Kanning 2 og 3 byggja á 50 kvinnur og menn (28 menn og 27 kvinnur), sum eru 55-70 ára gomul og hava fingið staðfest prediabetes. Í kanning 4 eru 392 10-12 ára gomul skúlabørn (203 dreingir og 189 gentur). Tilsamans luttaka 488 royndarfólk.

Í øllum kanningunum vóru luttakararnir tilvildarliga (randomiserað) býttir í ein fótbóltsbólk (FB) ella ein kontrolbólk (KB). FB-arnir spældu skipaðan fótbólt á smáum vøllum í ávikavist eitt ár, 16 vikur og 11 vikur í kanning 1, 2+3 og 4.

Harafturat fingu luttakararnir í bólki 2 og 3 kostvegleiðing (bæði FB og KB), og í kanning 4 fekk FB eisini frálæru um heilsu.

Áðrenn og aftaná interventiónstíðarskeiðini vórðu hesar mátingar gjørdar: arterielt blóðtrýst, vødda- og feittmongd og treystiskanning (fitness) í kanning 1, 2 og 4.

Í kanning 1 og 3 var bein-mineral-tættleikin og bein-mineral-innihaldið í beinagrindini kannað. Harafturat vóru blóðroyndir tiknar í kanning 1, 2 og 3.

Úrslitini
Aftaná interventiónstíðarskeiðið var systolska blóðtrýstið fallið (p<0.05) í FB-unum við 7±10, 11±9 og 3±10 mmHg ávikavist í kanning 1, 2 og 4 við størri (p<0.05) broyting enn í KB-unum.

Diastolska blóðtrýstið fall (p<0.05) við 4±7 og 7±6 mmHg í kanning 1 og 2 meira (p<0.05) enn í KB-unum.

Í kanning 4 hækkaði diastolska blóðtrýstið (p<0.05) við 1±10 mmHg.

Vøddamongdin í FB-unum í kanning 1, 2 og 4 vaks (p<0.05) við 2.6±2.7, 0.7±1.5 og 1.0±1.7 kg meira (p<0.05) samanborið við kontrolpersónarnar í kanning 2 og 4.

Feittmongdin í kroppinum minkaði (p<0.05) við 3.2±3.6 og 3.4±2.8 kg í kanning 1 og 2 og við 0.6±3.3 % í kanning 4 í FB-unum, sum var meira (p<0.05) í kanning 1 og 2 samanborið við KB-arnar.

FB-arnir í kanning 1 og 2 høvdu fingið meira (p<0.05) treysti samanborið við KB. Hetta varð staðfest í kanning 2 við einari betran (p<0.05) av VO2max (mestu oxygenupptøkuni) á 3.4±3.0 ml·min-1·kg-1 (14%) og í kanning 1 við eini øking (p<0.05) á 497±446 m (121%) í Yo-Yo IE1 (Yo-Yo Intermittent Endurance test level 1) mátingunum.

Kanning 4 vísti eisini eina betran (p<0.05) í Yo-Yo IR1C (Yo-Yo Intermittent Recovery test level 1 for children) mátingunum á 104±302 m (18%), men eingin munur vísti seg at vera í mun til KB.

Eftir interventiónina var bein-mineral-tættleikin í øllum kroppinum øktur (p<0.05) í FB-unum við ávikavist 0.004±0.032 og 0.001±0.027 g/cm2 í kanning 1 og 3, sum var meira (p<0.05) enn í KB-unum.

Aftaná interventiónstíðarskeiðið hækkaði (p<0.05) bein-mineral-innihaldið í øllum kroppinum hjá luttakarunum í FB í kanning 1 við 30±70 g, sum var meira (p<0.05) enn í KB. Í kanning 3 hækkaði bein-mineral-innihaldið í øllum kroppinum við 5±18 g, meðan eingin munur sást í KB.

Fastandi blóðsukrið var óbroytt í kanning 1 eftir interventiónina í mun til áðrenn, men var lækkað (p<0.05) við 0.4±0.7 mmol·l-1 í kanning 2, og eingin munur samanborið við KB.

Í kanning 1 vísti OGTT (sukurløðsla) eitt fall (p<0.05) øll tíðarskeiðini bæði í FB og KB. Kortini var blóðsukrið normaliserað eftir 120 min í FB og ikki í KB.

Samlaða (total) kolesterolið var óbroytt eftir 1 ára fótbóltsvenjing í kanning 1, men var fallið (p<0.05) við 0.5±0.5 mmol·l-1 í FB í kanning 2, sum var meira enn í KB.

Plasma HDL var hækkað (p<0.05) við 0.2±0.1 mmol·l-1 í FB í kanning 1, meira (p<0.05) enn í KB. Kortini var HDL óbroytt í kanning 2. LDL broyttist ikki í kanning 1, men fall (p<0.05) við -0.3±0.5 mmol·l-1 í kanning 2, sum var meira (p<0.05) enn í KB. Plasma triglyceride mongdin lækkaði (p<0.05) við 0.1±0.7 og 0.2±0.5 mmol·l-1 ávikavist í kanning 1 og 2 í FB; men tað var bara í kanning 1, at broytingin var størri (p<0.05) enn í KB.

Osteocalcin hækkaði (p<0.05) í kanning 3 við 23±8%, P1NP við 52±9% og CTX-I við 38±7% í FB, meðan ongar broytingar vóru í KB. Broytingin í FB var størri (p<0.05) enn í KB í øllum trimum bein-markørunum.

Niðurstøða
Samanumtikið vístu allar fýra kanningarnar, sum eru við í ritgerðini hjá May-Britt Skoradal, at fótbóltsspæl á smáum vøllum í 11, 16 og 52 vikur hevur breiða jaliga ávirkan á heilsuna hjá skúlabørnum, eldri fólki við prediabetes og kvinnum um skiftisárini við ov høgum blóðtrýsti.

Betringarnar fevna um heilsutættir so sum blóðtrýst, treysti, kolesterol, blóðsukur, kropssamanseting og beinheilsuna hjá hesum ymsu bólkunum.

Kanningarnar staðfesta uppáhaldið (hugsanargrundarlagið), at fótbóltsvenjing á smáum vøllum betrar almennu heilsuna í ymsum aldursbólkum, tá tað viðvíkir hjarta-, evnaskiftis-, vødda- og beinagrindsheilsu.

Á henda hátt kann fótbóltsvenjing fremja heilsugóðan livihátt og vera ein munadyggur háttur at fyribyrgja og viðgera lívsstílssjúkur.

Sí meira um verjuna her.