Ph.d.-verja: Máltøka hjá føroyskum børnum
Hósdagin 4. juni fer Sissal M. Rasmussen at verja ph.d.-ritgerð sína um máltøku hjá føroyskum børnum
Ritgerðin eitur "Færøske børns tidlige ordforrådstilegnelse – Adaption og normering af en færøsk version af MB-CDI-forældrerapporter."
Sissal M. Rasmussen hevur verið innskrivað á Institut for Sprog og Kommunikation, Det Humanistiske Fakultet, Syddansk Universitet, og á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Upprunaliga skuldi verjan vera á Syddansk Universitet, men vegna Covid-19 verður hon talgild á zoom (nærri kunning um leinki kemur seinni). Sissal fer at sita á Fróðskaparsetrinum og limirnir í metingarnevndini í Danmark, Noregi og Svøríki. Møguleiki verður eisini at fylgja við á stórskíggja í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, men umstøðurnar gera, at pláss bara er fyri 40 áhoyrarum.
Dentur á orðfeingi
Í metingarnevndini sita Anna Sara Hexeberg Romøren, lektari á Oslo Metropolitan University, Mårten Eriksson, professari á University of Gävle og Laila Kjærbæk, lektari á Syddansk Universitet, sum eisini er formaður í nevndini.
Vegleiðarar eru Dorthe Bleses, professari á Aarhus Universitet, Hjalmar P. Petersen, professari á Føroyamálsdeildini og Zakaris Svabo Hansen, námslektari á Føroyamálsdeildini.
Í verkætlanini viðger Sissal M. Rasmussen máltøku hjá føroyskum børnum við serligum denti á orðfeingi.
Lesið ph.d.-ritgerðina her.
Ein samandráttur á donskum og enskum er fremst í ritgerðini.
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSACS 2024: Altjóða skeið í Tansania um landgrunsrættHesa vikuna verður skeiðið í havrætti, Summer Academy on...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinPh.d.-verja: Sigri M. Gaïni6.mai klokkan 13.00 fer Sigri M. Gaïni at verja sína ph.d...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFrá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilógAlmenn og ókeypis ráðstevna verður um revsilóg í Kongshøl...