Brynhild Thomsen
06.09.2022
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Ph.d.-verja: Marnar í eldin fríggjadagin

Fríggjadagin 9. september klokkan 13:00 fer Marnar Fríðheim Kristiansen at verja ph.d.-ritgerð sína um krabbameinsepidemiologi í Føroyum

Verjan er almenn og verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn á fjórðu hædd í Sjóvinnuhúsinum.

Granskingin hjá Marnari vísir, at krabbameinstíttleikin sum heild var lægri í Føroyum enn í Norðurlondum, men at deyðatíttleikin var á umleið sama stigi í kanningartíðarskeiðinum.

Gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar av, hví føroyskir sjúklingar hava lægri yvirliving, sigur granskarin.

Til verjuna hjá Marnari Fríðheim Kristiansen eru hesir andmælingar:

Pál Weihe, professari og formaður í dómsnevndini.

Henrik Møller, professari, Dr.Med., leiðandi epidemiologur á RKKP í Danmark (Regionernes Kliniske  Kvalitetsudviklings-program), professari í krabbameinsepidemiologi á Aalborg Universiteti, professari em. á King´s College í London.

Liesbeth Van Eycken, Dr. , leiðari á krabbameinsskrásetingini í Belgia.

Ritgerðin liggur frammi á Landsbókasavninum.

Lesið samandráttin av ph.d.-ritgerðini her.

Eitt eintak av ph.d.-ritgerðini liggur frammi á Landsbókasavninum.

Ph.d.-verjan verður stroymd her.