Verjan hjá Árna Johan Petersen verður á teams, og leinki er í greinini (Foto: Finnur Justinussen)
Brynhild Thomsen
23.03.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Ph.d.-verja: Oljudreymurin og ávirkanin av honum

Hósdagin 25. mars klokkan 10 fer Árni Johan Petersen, adjunktur í virkisbúskapi á Setrinum, at verja sína ph.d.-ritgerð frá CBS

Ritgerðin kallast, "Collective Imaginary as (Residual) Fantasy".

Árni Johan Petersen hevur granskað, hvussu dreymurin um oljuævintýrið í Føroyum hevði ítøkiliga ávirkan, hóast eingi haldgóð prógv vóru fyri dreyminum.

Vegleiðarar hava verið Dan Kärreman og Dennis Schoeneborn, báðir professarar á CBS.

Andmælingar verða Mikkel Flyverbom, professari á CBS, Yiannis Gabriel, professari á Universitetinum í Lund og Jane Lé, professari á Otto Beisheim School of Management.

Ritgerðin verður tøk á research.cbs.dk.

Leinki til stroymin á teams er her.

GG: Allir luttakarar skulu hava mikrofon og myndatól sløkt undir verjuni.