Sissal Vágsheyg Erenbjerg hevur granskað í rákinum í Sundalagnum (Foto: Fiskaaling)
13.12.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Ph.d.-verja um rákið í Sundalagnum

Mikumorgunin 15. desember klokkan 8:00 fer Sissal Vágsheyg Erenbjerg at verja sína ph.d.-ritgerð, sum eitur "Oceonagraphy of the Faroe Shelf and Sundalagið Norður - a modeling approach"

Verjan verður á universitetinum í Keypmannahavn, og til ber hjá øllum at fylgja beinleiðis við á stroyminum her ella á facebook-síðuni hjá Fiskaaling.

Ritgerðin hjá Sissal Vágsheyg Erenbjerg snýr seg um eina økishavmodellskipan (Regional Ocean Model System, (ROMS), eisini kallað FarCoast, sum lýsir rákið kring Føroyar og á føroyska landgrunninum.

Eitt úrslit av verkætlanini er, at FarCoast skipanin hevur givið lýsingar av Sundalagnum norður, sum eru munandi betri enn eldri tilfar hevur megnað at geva. Tí eru úrslitini eisini av serliga stórum áhuga fyri alivirksemi í økinum.

Granskingarráðið, Mowi, Statoil, Bakkafrost og P/F Fiskaaling fíggjaðu verkætlanina.

Eigil Kaas, professari á universitetinum í Keypmannahavn, hevur verið høvuðsvegleiðari hjá Sissal Vágsheyg Erenbjerg, og Bogi Hansen, Knud Simonsen og Jon Albretsen vóru hjávegleiðarar.

Í metingarnevndini sita Christine Hvidbjerg,  professari frá KU, Jarle Berntsen, professari frá Universitetinum í Bergen og Hans Burchard, professari frá Universitetinum í Rostock.