Inga Kristiansen hevur skrivað ph.d.-ritgerð um sjóæti í samstarvi millum Havstovuna og Setrið (Foto: Privatmynd)
Brynhild Thomsen
03.12.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Ph.d.-verja um sjóæti

Mánadagin 6. desember klokkan 13:00 fer Inga Kristiansen at verja sína ph.d.-ritgerð um djóraæti

Ritgerðin eitur "Population dynamics of Calanus species within the southwestern Norwegian Sea – links to water mass distribution and Norwegian spring spawning herring”.

Andmælingar eru Jeffrey Runge, professari, Hein Rune Skjoldal, professari, og Anni Djurhuus, adjunktur.

Ph.d.-verjan verður í Kongshøll á Vestaru bryggju og eisini á youtube.

Avmarkað atgongd er vegna koronu, og koronupass skal vísast. Tey, ið ætla at koma, skulu melda seg til á atgongumerki.fo. Tilmeldingin er ókeypis.

Meldið til her.

Fylgið stroyminum her.