University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ph.d.-ritgerð um rákið í og kring aliringar á sjónum
08.11.2016
Náttúruvísindadeildin

Ph.d.-ritgerð um rákið í og kring aliringar á sjónum

Heini Winthereig Rasmussen hevur ment myndlar, ið eru hent amboð til at gera metingar av sjógóðskuni í eini alistøð og hvussu møgulig smitta verður flutt millum ringarnar.


Fríggjadagin 2. desember fer Heini Winthereig Rasmussen, cand.polyt., at verja ph.d.-ritgerðina “Flow Through and Around a Group of Fish Farming Cages”. Í verkætlanini eru nágreiniligar mátingar gjørdar av, hvussu rákið broytist, meðan tað ferðast ígjøgnum útgerðina á aliøkinum á Gulanum. Síðani er roynt at endurskapa rákið við simuleringum við nýmentum teldumyndlum. Samanberingar eru eisini gjørdar við áður gjørdar mátingar í royndarbrunnum.

Hetta arbeiðið er millum fyrstu royndir yvirhøvur at fremja slíkar simuleringar fyri eitt alibrúk í fullari vinnuligari stødd. Slíkir teldumyndlar eru hent amboð til at gera metingar av sjógóðskuni í einum alianleggi og hvussu møgulig smitta verður flutt millum ringarnar.

Samanberingarnar vísa, at rákið broytist munandi meira í veruleikanum enn teldusimuleringar fyri ringar við ongum fiski í, geva ábendigar um. Víst verður á, at orsøkir til hetta kann verða gróður á nótunum og at nótin broytir skap orsakað av rákinum, umframt at laksurin kann hava stóran ávirkan á rákbroytingina. Niðurstøðan er tí, at leggjast má upp fyri hesum fyribrigdum fyri neyvt kunna greiða frá ráki og rákbroytingum í sambandi við teldusimuleringar.

Heini Winthereig Rasmussen, ið starvast hjá P/F Fiskaaling, hevur verið innskrivaður sum ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráði Føroya og P/F Fiskaaling. Vegleiðarar hava verið Knud Simonsen, granskingarleiðari hjá Fiskaaling, Øystein Patursson, granskari á Fiskaaling, og  Pascal Klebert, granskari á SINTEF.

Í próvnevndini eru Bárður Niclasen, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, Odd Magnus Faltinsen, professari á Norges Tekniske og Naturvitenskapelige Unversitet (NTNU) , og David Fredriksson, professari á US Naval Academy, New Hampshire, USA.

Ritgerðin er til skjals alment á Landsbókasavninum. Verjan verður 2. desember kl. 13 stundisliga í høllini á Vinnuháskúlanum.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum